Triði hvør føroyingur fær krabbamein: Herðið roykilógina
Vit mugu gera alt vit eru ment at verja børn okkara og tryggja teimum eitt lív við ongum tubbaki og nikotini.
Av røttum átti øll tubbakssøla at verið fullkomiliga bannað og tað ongantíð ov skjótt. Helst longu frá ársskiftinum.
Samstundis vita vit væl, at tað er sannlíkari, at tað verður tikið í stigum. Men latið okkum gera tað í stigum, sum veruliga gera mun.
Áheitanin frá Krabbameinsfelagnum á politiska myndugleikan er tí:
- Hækkið prísin á tubbaks
- og nikotinvørum munandi
- Avmarkið, hvør hevur loyvi at selja tubbaks- og nikotinvørur
- Leggið størri dent á at skipa fyri átøkum, sum hava til endamáls at forða fyri, at børn og ung fara at roykja og snúsa.
Triði hvør føroyingur fær krabbamein
Kostnaðurin av tí skaða, sum tubbak elvir til, kann illa gerast upp í pengum. Og tann kostnaðin rinda vit øll, so ella so.
Syrgiliga sannroyndin er tann, at krabbamein er tann sjúkan, sum krevur flest mannalív í Føroyum.
Triði hvør føroyingur fær staðfest krabbamein eina ferð í lívinum. Tað merkir, at eingin familja sleppur undan. Tað er ein abbi, ein mamma ella eitt barn í hvørjari familju, sum fær tungu lagnuboðini um krabbamein.
Tíbetur eru alsamt fleiri í dag, sum fáa heilsubót, men best hevði verið, um tey aldrin komu í hesa støðu. Tí besta trygdin fyri, at færri doyggja av krabbameini, er at færri fáa krabbamein.
Tubbak er størsta orsøkin
Í Føroyum eru vit í tí støðu, at vit vita, hvør størsta orsøkin er til krabbamein. Tað er tubbak. Tað setur okkum í eina serliga støðu, tí vit kunnu fara beint til kelduna og fyribyrgja sjúkuni við at minka um nýtsluna av tubbaksvørum.
Tilmæli úr Krabbameinsætlanini
Í Krabbameinsætlanini eru eisini fleiri góð hugskot, sum skulu slóða fyri hesum.
“Ein nýggj dagførd roykilóg verður sett í gildi skjótast gjørligt. Aðalmálið við lógini er at tálma royking og víðka um roykfrí umhvørvi og harvið at minka um heilsuskaðar og heilsuvandar, sum standast av royking”.
Hetta er eitt av tilmælunum í Krabbameinsætlanini, sum varð latin landsstýrinum í 2022. Trý ár seinni bíða vit enn eftir nýggju lógini.
Onnur tilmæli eru eitt nú forboð fyri at roykja á almennum støðum, so at tubbak ikki er loyvt í skúla, til frítíðarvirksemi, á ítróttarøkjum, úti í náttúruni ella í barnaansing.
Tíðin er eisini búgvin at avmarka søluna av tubbaks- og nikotinvørum. Her verður mælt til eina loyvisskipan, har ein loyvisnevnd umsitur loyvini at selja hesar vørurnar.
Skal tað enn bera til at selja tubbaks- og nikotinvørur í vanligum handlum, so skal loyvi krevjast til tað. Og tað skal vera avmarkað til bara at kunna seljast millum klokkan 08 til 18.
Við at avmarka, hvussu lætt tað er at fáa fatur á heilsuskaðiligum vørum, er vónin at minka enn meira um brúkið. Og har við tryggja heilsubetri lívsstíl.
Heilsupolitikkur framum pengapolitikk
Í fíggjarlógini fyri komandi ár síggjast heilsupolitisk fingramerkir, sum skulu minka um søluna av tubbaki og snúsi. Avgjaldið skal hækka. Tað fegnast vit í Krabbameinsfelagnum um. Við hesum roknar Fíggjarmálaráðið við, at landskassin fer at fáa 20 milliónir krónur í meirinntøkum.
Krabbameinsfelagið hevði fegið viljað, at avgjaldið hækkaði nógv meiri. Tað er á allan hátt vert at fagna, tá ið landsstýrið vil hækka avgjøldini á tubbaksvørum, men vit mugu ikki missa málið úr eygsjón. Tað er ikki, at tubbaksvørur skulu geva landskassanum meir inntøkur – nei, málið er, at tubbak og snús slett ikki verða seld her á landi.
Tí mæla vit í Krabbameinsfelagnum til at gera fleiri og sterkari átøk enn nakrar hissini príshækkanir.
Krabbameinsfelagið
Durita Tausen, forkvinn