Ungur lokalur leikari á máltalvuni
Páll Müller skuldi bara brúka fáar minuttir í bestu deildini fyri at skorað sítt fyrsta mál.
Tá 76 minuttir vóru leiktir kom 17 ára gamli Páll Müller á vøllin fyri triðju ferð í ár á besta liðnum. Hann hevur í eina tíð vant fast við besta liðnum. Í landskappingini var hann undan hesum bara komin inn í 91. minutti móti EB/Streymi, so hetta var fyrsti møguleikin, har hann kundi vísa seg. Og tað gingu bara tveir minuttir, so kom Páll á máltalvuna, tá hann stýrdi einum góðum innleggi frá innskifta Claes Kronberg í málið. At KÍ-áskoðarar dáma væl at síggja sínar lokalu fáa spælitíð merkist, tí rómurin fyri teimum innskiftingunum ella teimum málunum er ofta størri enn miðal. Sum skilst hevur Páll í boði at gera nýggjan sáttmála fyri 2026, so hann verður sannlíkt partur av KÍ-hópinum í 2026.