Lýsing
Lýsing
Friður á pallinum: Hvør er Poppy Norton-Taylor?
Poppy er hjálparpallstjóri í leikinum Friður á pallinum, hon er kensluborin, meðan hon roynir at halda kaotisku framleiðsluna saman.
Hon kennir seg stressaða í øllum persónliga dramanum millum leikararnar, men hon er tann, sum heldur alt saman aftanfyri kulissurnar. Poppy er nýggj í starvinum, og hevur ymisk loyndarmál sum hon vil út við.
"Friður á pallinum" hevur Michael Frayn skriva, Andrias Justesen hevur umsett, Annfinnur Heinesen leikstjórnar og Edward Fuglø ger pall.
Nýggju sjónleikarar eru á pallinum og Eliana Svøðstein spælir Poppy.
Frumsýning verður 24. Oktober í Varpinum í Klaksvík. Hetta verður sera skemtiligt, spælt verður bert í góða viku, at hava tað stuttligt er ikki ein sjálvfylgja.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo
Seinastu tíðindini