Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Fríða Jóanisdóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.10.2025 - 19:03 Tíðindi Veðrið

Eftir eina viku við góðum hátrýstveðri, fara vit inn í eina viku við uppleypandi veðri. Lágtrýst við vindi og regni fara at nærkast okkum vestan- og sunnaneftir. Einki illveður við stormi, men týsnáttina verður skrið – t.e. beint undir stormi.

Næstan allar ættir í vikuni, og løtur við regni koma og fara. Undantikið hósdagin fer at vera avfall hvønn dag – regn ella ælaveður.

Fram ímóti vikuskiftinum fer hann at liggja av landnyrðingi, og vit kunnu rokna við vátakava- ella kavaælingi.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin er frískur vindur upp í ein strúk í vindi eystan, 8 til 13 m/s. Út á dagin veksur hann til frískan vind upp í hvassan vind, og ættin fer upp í landnyrðing, 10 til 15 m/s, og út á náttina upp í skrið, 18 m/s. Allan dagin samdrigið og regn. Hitin 6 til 10 stig.

Týsdagin:

Dagurin byrjar, har mánadagurin endaði, við frískum vindi upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Fyrrapartin minkar vindurin til frískt lot til frískan vind og ættin fer niður í landsynning, 5 til 10 m/s. Eftir tað er skýggjað, í støðum hálvskýggjað, og tað slítur í. Hitin 6 til 9 stig.

Mikudagin:

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, fyrrapartin skýggjað og ælaveður, men út á seinnapartin hálvskýggjað og bert okkurt hendinga ælið. Út á kvøldið frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin 5 til 10 stig.

Hósdagin:

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, og ættin gongur upp í landnyrðing, meðan tað er skýggjað og regn. Hitin 2 til 7 stig.

Fríggjadagin:

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 2 til 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum