Lýsing
Lýsing
Lýsing
Daniel saman við abba sínum Paulivar Johansen við FM steypinum, sum KÍ vann í fjør

Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga kláran til eitt gott og langt kappingarár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.03.2026 - 14:37 Ítrottur Tíðindi

- Tá eg kom til KÍ í fjør, fekk eg ikki uppstartin við KÍ, men tað havi eg fingið nú, og eg føli meg orduliga kláran til eitt gott og langt kappingarár, sigur Daniel Johansen, sum er ein av týðandi leikarunum á besta KÍ-liðnum

 

Sunnudagin var Daniel Johansen ein av KÍ-leikarunum, sum vunnu 5-1 ár 07 Vestur í Sørvági, og hann skeyt sjálvur 2-0 málið við einum flottum langskoti. Við hesum flotta avriki hava bæði KÍ og Daniel sjálvur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið.

Norðlýsið fekk orðið á Daniel í vikuni, har vit settu honum nakrar spurningar, sum hann gleðiliga svaraði uppá.

 

Samanhaldið er gott

Tað var í mai mánað í fjør, at vit frættu gleðitíðindini, at tú hevði gjørt 2½ ára sáttmála við KÍ, og síðan tá hevur tú verið sannur styrkur fyri KÍ, sum í tínum fyrsta kappingarári her vann bæði føroyameistaraheitið og steypakappingina. Nú hevur tú skjótt verið KÍ-ari í eitt ár. Hvussu ert tú blivin móttikin? Trívist tú í KÍ og millum okkum norðoyingar? Er gott samanhald millum tykkum í hópinum?

- Eg eri glaður fyri, at eg kann vera har, eg geri mun. Eg føli meg sera ernan og stoltan av, at KÍ vildi hava meg við í ein so sterkan hóp.

- Eg føli meg væl móttiknan av hópinum, venjaranum og ikki minst av norðoyingum.

- Samanhaldið er gott. Man gleðir seg at koma til venjing, at heilsa uppá góð fólk og at venja har, tað leikar hart á.

 

Týdningarmest er at vinna

Tú gjørdi nøkur týðandi mál fyri KÍ í fjør, og longu í fyrsta landskappingardystinum í ár ímóti 07 Vestur sunnudagin skoraði tú eitt flott mál til 2-0. Hevur tú góðar vónir um kappingarárið í ár? Hevur tú sett tær nøkur mál?

- Eg eri glaður fyri, at eg kann gera mun á liðnum, um tað er við at skora mál, ella við upplegg, men tað týdningarmesta er, at vit avrika væl sum lið og klára at vinna dystir.

- Eg eri ikki ein fótbóltsleikari, ið setur nøkur persónlig mál, men fari inn á vøllin og geri mítt besta.

 

Vit eru í góðum formi

Hvussu er KÍ-hópurin fyri, nú kappingin júst er byrjað? Eru menn í góðari venjingarstøðu?

- Vit vóru hepnir at sleppa á venjingarlegu í Albir, serliga nú veðrið ikki var so gott í Føroyum júst tá. Vit hava vant hart í preseason, so vit eru góðum formi og føla okkum klárar til kappingarárið.

 

Hetta verður eitt týdningarmikið ár

Tú ert føddur í 1998, so í summar verður tú 28, sum er besti fótbóltsaldur. Hvussu ert tú sjálvur fyri í ár? Følir tú teg kláran til eitt spennandi kappingarár.

- Ja, tey siga, at 28 ár er besti fótbóltsaldur, og um alt gongur, sum tað skal, gerist eg eisini pápi í ár, so hetta verður eitt gott og týdningarmikið ár fyri meg persónliga.

- Tá ið eg kom til KÍ í fjør, fekk eg ikki uppstartin við KÍ. Men tað havi eg fingið nú, og eg føli meg orduliga kláran til eitt gott og langt kappingarár.

 

Gleðir seg til dystin sunnudagin

Sunnudagin kemur NSÍ á vitjan. Hvørjar eru vónirnar til tann dystin?

- Vit gleða okkum at spæla ímóti NSÍ, okkara fyrsta heimadyst í Meistardeildini. Vit vóna at síggja nógv viðhaldsfólk, og at tey fara síggja ein undirhaldandi dyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Almennur valfundur í Varpinum
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Nevndarval í Herluf’s Kafé
Strangari útlendinga­lóg er eisini trygda…
Sambands­flokku­rin við drúgvari valskrá
Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi…
Eysturlund snýr seg um meira enn Havsbrú…
”Hvat er signing Guds?” – Jákup N. Olsen…
Nýggj skip á veg, men føroyska flaggið e…
Raðfest pengarnar betur