Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tey sum bera umsorganina í Føroyum

SKRIVAÐ: Áki Stenberg  |  11.03.2026 - 20:53 Politikkur Tíðindaskriv

Hvønn dag fara fólk til abeiðis á umsorganarøkinum: á sjúkrahúsum, í heimarøktini, á ellisheimum og á stovnum.

 

Tey taka sær av teimum, ið hava mest brúk fyri hjálp. Tey tryggja, at tey eldru, ið hava gjørt sítt fyri samfelagið, fáa eitt virðiligt stað at liva, tá tey hava tørv á hjálp. Eisini hjálpa tey teimum, ið eru sjúk og teimum veikastu í samfelagnum, sum hava veruliga tørv á hjálp.

Eg havi stóra virðing fyri teimum, sum arbeiða innan umsorgan. Tað er eitt arbeiði, sum krevur bæði fakligheit, tol og eitt stórt hjarta.

Tað eru fleiri starvsfólk innan økinum, sum siga mær, at arbeiðsdagarnir eru tyngri seinastu árini, tí starvsfólk eru ov fá og arbeiðstrýstið er ov stórt. Tað merkir, at tað ikki altíð er tíð til hvønn borgara.

Tað, sum er serstakt fyri umsorganarøkið, er at tað ikki er so lætt at innflyta arbeiðsmegi. Nógv av teimum eldru hava torført við at tosa enskt ella onnur útlendsk mál. Tí er tað sera týdningarmikið, at man fær føroyningar at velja umsorganarøkið, so tey gomlu kunnu tosa føroyskt.

Tað snýr seg ikki bara um tey, sum hava brúk fyri umsorgan, men eisini tey, sum geva umsorgan. Man má fáa tey ungu at velja umsorganarøkið, og at fáa tey at trívast í starvinum.

Tí mugu vit raðfesta umsorganarøkið hægri.

Sambandsflokkurin vil tí geva starvsfólki í heilsu og røktarstørvum ein árligan skattafrádrátt upp til 25.000 krónur. So at tað er meira lønandi at arbeiða í hesum økinum.

Vit vilja eisini gera eina heildarætlan fyri fleiri heilsustarvsfólk og betri útbúgvingarmøguleikar. Tað kundi verið gjørt, so at tey sum lesa heilsurøktara eisini kunnu lesa sjúkrarøktarfrøði seinni.

Heilsuskúlin liggur í Suðuroy, og tað ger tað torført hjá summum at velja at lesa til heilsurøktara fram um aðrar útbúgvingar, tí eigur ein partur av útbúgvingini kunna verða tikin sum fjarlestur.

Hetta snýr seg fyrst og fremst um fólk. Bæði tey sum geva umsorgan, og tey sum hava brúk fyri henni.

Eg vil arbeiða fyri, at tit, sum arbeiða og lesa á umsorganarøkinum, kenna tykkum sædd, hoyrd og raðfest. Tí eitt gott samfelag, er eitt samfelag, har vit taka okkum av hvørjum øðrum.

Vel Sambandsflokkin

Vel Áka Stenberg

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni
Framsýning í Skúlanum á Fossánesi
Jóannes Bjartalíð hevur flest málstig í…
Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í l…
Hjartasuff um KvF og um til tíðir at gja…
Ægir skipaði fyri bólkastevnu
Upptakt: KÍ-ÍF
Julian føroyskt met til DM í 10 km
Hvat ger Sjúrður nú?