Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini frá vinstru eru: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir (A), Bárður Atlason Ísheim (MEGD), Johan Dahl (B), Ása Olsen (MEGD), Rúna Wenningsted Hansen (A), Sára Gullfoss (C), Sonja Petersen (B), Sirið Stenberg (E), Liljan Weihe (E), Jóhan M. Stenberg (D), Eyðgunn Samuelsen (C), Esmar Joensen (F), Súsanna Olsen (F).

Flokkarnir á fundi við MEGD

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.03.2026 - 17:55 Politikkur Tíðindaskriv

MEGD hevur í dag havt fund/kaffiprát við tvey valevnir fyri flokkarnar, ið stilla upp til løgtingsvalið.

 

Fyri MEGD hevur tað stóran týdning, at mann politiskt setur nøkur mál, so at brekøkið verður flutt fram á leið.

Nógv áhugavert kom fram á fundinum, og varð tosað um langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir, og um at tað er neyðugt við einari lóg, ið bannar mismuni út um arbeiðsmarknaðin. Hetta kann t.d. gerast við at breiðka javnstøðulógina til at eisini virka fyri rættindunum hjá fólki, ið bera brek.

Brekøkið er eitt øki, har mann neyvan nakrantíð kemur heilt á mál.

Men megna vit at fáa hesi átøk sett í verk, eru góðar vónir um, at vit koma rættiliga langt fram á leið.

Tað var hugaligt at hoyra tað, ið valevnini høvdu uppá hjarta í samband við brekøkið.

Til løtuna møttu m.a. 3 fyrrverandi landsstýrisfólk í Almannamálum.

Vit høvdu gott prát, og kemur MEGD at leggja greinar út leypandi fram til løgtingsvalið um tey evni, ið flokkarnir hava sagt seg viljað arbeiða fyri innan brekøkið.

Sí dømi um brekpolitiskar virkisætlanir/vælferðarætlanir hjá londum her: www.un.org/development/desa/disabilities/strategies

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…
SKA- Emmaus 90 ár
Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin M…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Lyon Hansen á Country Festivalinum
Tiltøk í vikuni
Framsýning í Skúlanum á Fossánesi
Jóannes Bjartalíð hevur flest málstig í…
Hagstovan: 13,9 milliardir útgoldnar í l…
Hjartasuff um KvF og um til tíðir at gja…
Ægir skipaði fyri bólkastevnu
Upptakt: KÍ-ÍF
Julian føroyskt met til DM í 10 km
Hvat ger Sjúrður nú?