Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindum?

SKRIVAÐ: Hermann R. Samuelsen  |  11.03.2026 - 13:30

Eg skrivaði fyrr í vikuni, at almenna byggimálsviðgerðin tekur alt ov langa tíð. Hetta er ein partur av trupulleikanum á bústaðarmarknaðinum. Ein annar er at fáa fleiri bústaðareindir bygdar – og tað skjótt. Men hvussu gera vit tað?

 

 

Mínar royndir í kommunalpolitikki siga mær, at teir privatu íleggjararnir standa í kø fyri at fáa lendi frá kommununum at byggja íbúðir á. Tí eigur almenna bústaðafelagið, Bústaðir, í størri mun at leggja dent á alternativar bústaðir, sum eldraíbúðir og lestraríbúðir, heldur enn at byggja vanligar íbúðareindir.

Fleiri lestraríbúðir hjálpa lesandi at fáa tak yvir høvdið og skapa harvið eitt betri trivnaðar- og lestrarumhvørvi. Fleiri eldraíbúðir fara hinvegin at gera, at eldri borgarar selja síni hús. Tað hevði økt enn meira um útboðið á bústaðarmarknaðinum.

Haraftrat kundi Løgtingið sett greiðari karmar fyri, hvussu føroysku pensjónsgrunnarnir renta sær sínar pengar. Pensjónsgrunnarnir ráða yvir kapitali fyri fleiri milliardir krónur, og ein størri partur av hesum kundi verið brúktur til íløgur í bygging av fastognum í Føroyum.

Eitt gott dømi er nýggi íbúðarbygningurin í Klaksvík, sum tryggingarfelagið Lív hevur latið bygt og fíggjað við eftirlønaruppsparingum í Lív. Bygningurin verður bygdur í løtuni og fevnir um 31 leiguíbúðir.

Slíkar íløgur eru ein munagóður máti at fáa fleiri bústaðareindir skjótt út á marknaðin. Verður eggjað meira til, at pensjónsgrunnarnir gera fleiri íløgur innanlands, kunnu vit skjótt koma ógvuliga langt. Hetta vil eg arbeiða fyri, um eg verði valdur!

 

Góði veljari – vel ein Hermann.

X við B

Hermann R. Samuelsen

Valevni fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Almennur valfundur í Varpinum
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna
Nevndarval í Herluf’s Kafé
Strangari útlendinga­lóg er eisini trygda…
Sambands­flokku­rin við drúgvari valskrá
Ítróttarkirurgur á Klaksvíkar Sjúkra­húsi…
Eysturlund snýr seg um meira enn Havsbrú…
”Hvat er signing Guds?” – Jákup N. Olsen…
Nýggj skip á veg, men føroyska flaggið e…
Raðfest pengarnar betur