Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj skip á veg, men føroyska flaggið er ikki sjálvsagda valið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.03.2026 - 07:30 Tíðindi Vinna

Fleiri føroysk reiðarí byggja nýggj skip, men vantandi avtalur og ótíðarhóskandi reglur gera, at føroyska flaggið ikki altíð er sjálvsagda valið

 

Føroyska handilsskipavinnan er í vøkstri, og fleiri nýggj skip eru í gerð hjá føroyskum reiðaríum. Men hóast jaligu gongdina eru karmarnir hjá vinnuni ikki nóg kappingarførir, og tí er ikki givið, at føroyska flaggið verður valt.

Fleiri føroysk reiðarí gera í løtuni stórar íløgur í nýggj skip. Tað bendir á, at føroyska handilsskipavinnan hevur góðar møguleikar at menna seg og vaksa komandi árini.

Sambært Reiðarafelagnum fyri Handilsskip eru vinnukarmarnir tó ikki dagførdir í mun til tann veruleika, sum altjóða shipping virkar undir í dag. Tað merkir, at føroyska skipaskrásetingin ikki altíð er eitt líka kappingarført val sum skipaskrásetingar í øðrum londum.

Ein av avbjóðingunum er, at Føroyar framvegis mangla fleiri týdningarmiklar millumlandaavtalur, bæði á skattaøkinum og innan fyri cabotage-sigling. Samstundis eru eisini reglur í føroysku lóggávuni, sum leggja forðingar fyri menningini hjá føroyskum reiðaríum.

Til dømis loyvir føroyska tonsaskattaskipanin ikki langtíðarleigu av skipum, hóast hetta í nógvum førum er ein natúrligur partur av virkseminum í altjóða shipping. Eisini ásetir útlendingalógin, at arbeiðsloyvi krevst, um skip eru meira enn 26 ferðir í Føroyum um árið. Hetta eru reglur, sum gera føroyska handilsskipavinnu minni kappingarføra.

“Føroyska handilsskipavinnan er klár at vaksa, men karmarnir mugu fylgja við. Annars er vandi fyri, at føroyska flaggið ikki verður tað sjálvsagda valið hjá føroyskum reiðaríum”, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Hann vísir á, at tað tí er neyðugt, at politiska skipanin raðfestir arbeiðið við at skapa betri karmar fyri vinnuna. Tað snýr seg bæði um at fáa fleiri millumlanda avtalur upp á pláss og at dagføra føroysku lóggávuna, so hon betur samsvarar við tørvin hjá einari vinnu, sum virkar í altjóða kapping.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC