Stillføri kassameistarin hjá KÍ seinastu 10 árini
Hann ger ikki nógv burtur úr sær sjálvum, men hevur eina ta mest týðandi, sjálvbodnu uppgávuna hjá Klaksvíkar Ítróttafelag - Norðlýsið hevur hitt Hilmar Kalsø Danielsen, kassameistara hjá KÍ.
62 ára gamli el-verkfrøðingurin í Klaksvík, Hilmar Kalsø Danielsen ger ikki nógv burtur úr sær sjálvum, men hann smæðist ikki burtur, tá tað kemur til at fáa ting at hanga saman, at bera seg og at mennast.
Í ringastu krepputíð - í september mánað 1992 - lótu Hilmar og konan Elin upp el-handil við verkstaði í Klaksvík - ein fyritøka, sum í dag hevur ment seg til eina av teimum fremstu innan yrkið.
Elin og Hilmar Danielsen í teirra nýggja handli í september 1992.
Og í 2014 byrjaði Hilmar sítt virksemi í Klaksvíkar Ítróttarfelag, har leiklutur hansara skjótt gjørdist at hava ábyrgd og røkja tey peningaligu viðurskiftini hjá fótbóltsrisanum í Norðoyggjum.
Nú - meira enn 10 ár seinni - hevur Hilmar framvegis ábyrgdina av tí fíggjarliga hjá KÍ, og vit kunna róliga staðfesta, at her er væl arbeitt og ment, tí í dag er KÍ uttan iva tað best riknað og fíggjarstýrda fótbóltsfelagið í landinum.
Beint áðrenn páskir hitti Norðlýsið Hilmar, og fryntligur, sum hann altíð er, var hann fúsur at svara spurningum okkara.
Hilmar og Mikkjal byrjaðu báðir í 2014
Nær byrjaði tú sum nevndarlimur í KÍ, og hevur tú havt leiklutin sum kassameistari øll hesi árini?
- Eg kom upp í betri-bólkin á heysti í 2014. Hetta var, tá ið vit stríddust við broytingina, sum endaði við, at Mikkjal [Thomassen (red.)] kom uppí. Eg var so í betri bólkinum í eina tíð, inntil teir so bóðu meg koma í nevndina. Minnist ikki, um tað var í 2015 ella 2016. Men beinanvegin, eg kom uppí betri bólkin, byrjaði eg at arbeiða við fíggjarviðurskiftum, og at finna inntøkur, sponsorar, og hvussu vit skuldu klára at betala lønirnar, hvussu stórir sáttmálarnir skuldu vera, og alt tað, sum hoyrir til arbeiðið hjá einum fíggjarleiðara.
- Tá eg kom í nevndina, fekk eg øll fíggjarviðurskiftini hjá KÍ um hendur, soleiðis at tað bleiv bæði kvinnur, og so tað sum nú seinni bleiv akademiið, sum tá var ungdómsdeildin, soleiðis at tað betur bar til at stýra tí yvirskipað. Vit hava støðugt eisini roynt at ansa eftir at pengar ikki hava likið ímillum.
Mær hevur altíð dámt uppgávuna sera væl
Hvussu hevur tær dámað ta ábyrgdina og uppgávuna?
- Mær hevur dámt uppgávuna sera væl. Eg havi gingið høgt uppí tað, og eisini uppí ábyrgdina, sjálvt um tað viðhvørt hevur verið eitt sindur tungt við ábyrgdini, tá ið tað hevur staðið nógv á, men tað er bara í stuttum tíðarbilum.
- Mær hevur altíð dámt uppgávuna sera væl.
Vit byrjaðu á minus
Hvussu varð KÍ fyri peningaliga og annars sum felag, tá ið tú komst nevndina?
- Tá ið vit komu uppí, var støðan ikki so góð sum vit upprunaliga trúðu. Fa ktiskt manglaði eitt sindur av pengum beinanvegin, so vit byrjaðu á minus og skuldu arbeiða okkum uppum null.
- So tað var ein nokkso tung byrjan, og eg vil eisini siga, at vit byrjaðu í smáum.
- Mikkjal sum venjari var ikki ein dýrur venjari - hann hevði hálva tíð sum venjari og hálva tíð í øðrum starvi. Og annars var leikarahópurin eisini rættiliga bíligur.
Stabiliteturin í leiðsluni hjá KÍ hevur verið munurin
Hvat hava tit sum felag og leiðsla gjørt øðrvísi enn onnur feløg, sum ger, at KÍ hevur vunnið seg upp á tindin í føroyskum fótbólti?
- Tað, sum vit alla tíðina hava lagt okkum eftir, er miðvíst at byggja upp, soleiðis at tað ikki er broyting frá ári til ár, men at vit hava eina linju, eina reyða linju, sum vit stýra eftir, bæði fíggjarliga og fótbóltsliga.
- Á henda hátt hevur man roynt at bygt upp og blivið eitt sindur betri hvørt ár.
- Eg hugsi, at serliga stabiliteturin er tað, sum hevur verið munurin á okkum og fleiri øðrum feløgum - at vit hava kunna arbeitt stabilt.
- Hesi tingini hava kanska gjørt, at vit eru komnir longri, og tá man kemur longri, serliga í evropeiskum fótbólti, so koma eisini fleiri pengar í spæl.
Tríggir lyklapersónar í menningini av KÍ seinastu árini - frá vinstru: Mikkjal K. Thomassen (høvuðsvenjari 2015-2022), Tummas Lervig (KÍ-formaður síðan 2008) og Hilmar Kalsø Danielsen (kassameistari síðan 2015)
Tað krevur støðugt nýggjan innsats at halda oddasessin
Krevur tað nógv av tykkum sum nevnd og leiðsla at leiða KÍ og at halda felagnum í oddinum?
- Eg vil siga, at serliga tey fyrstu árini kravdi tað nógv. Okkurt ár var tað kanska upp í hálva tíð, um man hugsar arbeiðsliga. So tað kravdi øgiliga nógv tey fyrstu árini, men so blivu vit fleiri í nevndini, og kundu luta uppgávurnar millum fleiri soleiðis at tað bleiv ikki so nógv í part.
- Men tað er ein stór ábyrgd, tað er tað, og tað krevur nógv uppá tann mátan.
- Tað krevur eisini nógv at vera í oddinum. Man skal allatíðina líkasum hvessa knívin. Tað er ikki nóg mikið bara at siga, at nú eru vit komin hertil, so nú hvíla vit okkum, tí so gongur tað skjótt afturá.
Hvussu nógva tíð hevur tú sum nevndarlimur og kassameistari hjá KÍ í miðal brúkt hesi seinastu árini?
- Tað er ringt at siga. Í dag er tað hjá mær kanska 15 tímar um vikuna, og tá tað hevur verið tað mesta, so hevur tað kanska verið 30-40 tímar um vikuna.
100 fólk arbeiða ólønt fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag
Samstundis sum tit hava megnað at gjørt KÍ til tað mest professionella felagið í Føroyum, so haldi eg meg vita, at tit í leiðsluni onga samsýning fáa fyri tykkara arbeiði. Er tað so?
- Tá tað kemur til samsýningar fyri nevndararbeiði, so er tað rætt sum tú sigur, at leiðslan fær ikki samsýning.
- Spælarar og venjarar og tey, sum annars eru tætt at liðnum dagliga, fáa tey flestu samsýning, men sjálvt um nógvar og stórar samsýningar verða latnar, so eru vit enn eitt felag, sum hvílur í sera stóran mun á ólønt arbeiði.
- Tað eru kanska 100 fólk í minsta lagið, sum gera ólønt arbeiði í stóran mun fyri felagið KÍ, so tað hevur sera stóran týdning.
- Og vit í leiðsluni hava so ongantíð fingið samsýning. Tað árið, tá vit komu í bólkaspælið, vóru vit sum undantak noyddir at lata nakrar eyka samsýningar til teirra, sum máttu brúka serliga nógva tíð frá arbeiði, og ikki høvdu meira feriu eftir, og tí máttu keypa sær feriu, so fingu tey samsýning fyri tað, men tað hevur ongantíð verið latið nevndarsamsýning.
Fleiri avgerandi sigrar
- 2019 var heilt serligt
Var tað nøkur serlig avgerð ella serligur sigur hjá KÍ í tínari tíð í leiðsluni, sum tú heldur var avgerandi fyri, at KÍ fyrstu ferð vann seg heilt fram í oddin í føroyskum fótbólti?
- Tað hava verið nógvar týðandi løtur á leiðini, síðan vit byrjaðu hesa ferðina.
- Ein týðandi sigur í evropeisku kappingini, har vit spældu um at koma víðari til næsta umfar, kom í Havn. Tað var ímóti Birkirkara úr Malta. Útidysturin endaði 1-1, og heimadysturin endaði 2-1. Tá komu vit víðari, og komu til annað umfar, og tað var øgiliga stórt fyri okkum, tí at tá knappliga fordoblaðu vit inntøkurnar fyri tað árið í Evropa, so tað var øgiliga týðandi.
- Annars hava verið nógvar spennandi løtur, nógvir spennandi dystir.
- Til dømis tá vit vunnu steypasigurin í 2016, sum eisini gjørdi, at vit komu víðari út í Evropa í 2017.
- Men eg vil eisini siga, at har vóru onkrir dystir í 2016 og 2017, sum vóru týðandi, men sum gjørdu, at vit ikki blivu føroysrmeistarar. Til dømis ein dystur á Argjum, har vit taptu 3-1, og ein dystur í Klaksvík ímóti ÍF beint eftir summarsteðgin, har vit taptu 4-2, eftir at vit annars høvdu vunnið alt áðrenn. So tað hevur eisini verið avgerandi.
- Men so í 2019 høvdu vit eitt øgiliga stuttligt ár, sum byrjaði øgiliga tungt. Tað stóð ekstremt illa til á vári við hópinum, og vit mettu ikki, at vit høvdu pengar til at fara eftir fleiri spælarum, og tað vóru nógvir skaðar, so tað sá ikki gott út. Vit væntaðu satt at siga ikki, at vit fóru at klára at halda okkum í topp fýra, men so gekk betur og betur, menn komu fyri seg, og tá ið síðsti dystur var spældur tað árið, stóðu vit við steypinum. Tað var eitt sera avgerandi ár.
Nakrir filmar eru gjørdir um kappingarárini hjá KÍ seinastu árini, og fleiri halda, at tann besti av hesum filmunum er tann um 2019 - her er ein slóð til filmin: Vegurin til Gullið 2019
Hilmar Danielsen minnist nógvar týðandi løtur á leiðini seinastu árini - her saman við Jógvan Skorheim (fyrrverandi borgarstjóra) og starvsnevndarlimunum Kaj Dam og Jákup Eydnugarð.
Bólkaspælið – fleiri
høvdu tár í eygunum
Hvat er títt besta minni og uppliving, tú hevur havt í KÍ hesi seinastu árini?
- Tað eru nógv góð minnir, men tað var heilt spesielt tað árið, tá ið vit komu í bólkaspælið.
- Fyrst var tað dysturin í Ungarn, sum var ein stór, stór uppliving, tá vit vunnu 3-0. Tað var heilt óveruligt, og tað má sigast, at vit vóru fleiri, sum stóðu við tárum í eygunum, tá ið dysturin var liðugur. Trúði tí satt at siga ikki.
- Og so tá ið vit fóru víðari og skuldu spæla ímóti BK Häcken, tað var eisini ein fantastiska stór løta.
- Men tað vóru nógvir stuttligir dystir, ikki minst ímóti Molde, ímóti Lille og eg kundi hildið fram - tað vóru nógvir góðir dystir og fótbóltsupplivingar.
- Her mugu vit ikki gloyma, at tað eisini hava verið nógvir dystir her í Føroyum, sum hava verið stuttligir ímóti føroyskum liðum. Til dømis dysturin, tá ið Árni skoraði ímóti HB við beinleiðis frísparki í seinastu løtu.
Royna í ár við breiðari hópi
Hvat væntar tú av besta liðnum í ár?
- Um vit skulu siga, hvat vit vænta av besta liðnum í ár, so er vert at nevna, at vit hava roynt at lært av teimum trupulleikum, vit hava rent okkum í seinastu árini við nógvum dystum, har tað hevur víst seg, tá vit koma út í juni mánað, at menn eru so troyttir, at teir megna ikki at spæla dystirnar í august mánað, og úrslitini versna.
- Tí hava vit nú roynt at fingið ein breiðari hóp, so vit vónandi kunnu deila spæliminuttirnar millum fleiri spælarar, so teir ikki verða so nógvir í part, og harvið ikki troytta start ellivu so nógv.
- Um vit megna at fáa hetta at rigga, so vænti eg, at vit síggja eitt spennandi ár í ár.
- Men sjálvandi skal tað sigast, at vit í løtuni bara hava fimm stig fyri tríggjar dystir, men sum tað sær út akkurát nú, so er tað einki lið, sum hevur fult stigatal eftir trý umfør, so hetta sær út sum eitt spesielt ár, og kanska eitt sindur meira spennandi fórbóltsár enn tey seinastu, har vit hava verið nokkso suverenir.
Vit hava brúk fyri okkara
leikarum ið hava x-faktor
Hvørjum úrslitum og avrikum fara teir at røkka í hesum árinum? Hevur tú góðar vónir?
- Eg havi nokkso góðar vónir, men sjálvandi, tað skal rigga. Tað eru nógvir nýggir spælarar. Tað skal alt fáast at rigga, og fer tað tað, so kunnu vit koma langt.
- Hetta avhongur eisini av teimum ymisku spælarunum. Vit hava brúk fyri, at ávísir spælarar vísa tann x-faktorin, sum teir plaga.
- So um tað riggar, vænti eg, at tað fer at síggja gott út. Vit eru øgiliga spentir uppá árið.