Kann verða síðsti heimadystur hjá fleiri KÍ-leikarum
Tað er bara alment staðfest, ar Claes Kronberg og Ahmed Latif ikki halda fram í KÍ í 2026, men tað kunnu blíva fleiri.
KÍ spælir sunnudagin síðsta heimadyst, tá TB vitjar kl. 14.00. Tað er staðfest, at Claes Kronberg og Ahmed Latif spæla ikki við KÍ í 2026. Latif hevur helst spælt sínar síðstu minuttir, meðan møguleiki er fyri, at Kronberg fær sagt farval til KÍ-áskoðararnar, sum kunnu minnast hann aftur á m.a. fýra FM og eitt bólkaspæl hesi fimm árini.
Tað kann fara at leggjast afturat frágongdini. Gilli R. Sørensen heldur møguliga ikki fram, meðan Mads Boe Mikkelsen møguliga fer uttanlands at spæla. Leikarar sum Sebastian John og Robert Williams hava sáttmála, men leysasøgur hava gingið um, at ein møguleiki er fyri, at teir ikki halda fram. Men tá KÍ-venjarin sigur, at einki er avgjørt uttan við Kronberg og latif, so er helst ein møguleiki fyri, at onkrir av hinum halda fram.
KÍ ynskir helst at fáa nakrar nýggjar leikarar í hópin, tí søgan hjá KÍ síðstu árini sigur, at úrslitini oftast er best, tá ein avís útskifting hevur verið í hópinum. Og skulu eini fýra til átta nýggir leikarar inn, so skulu helst nakað tað sama av leikarum út.