Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eli Tausen á Lava útgevur "Book of Lies"

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.10.2025 - 07:00 Mentan Tíðindi

Í dag hevur Eli Tausen á Lava útgivið nýggja staklagið “Book of Lies”. Lagið er tað fyrsta av fimm løgum úr hansara komandi EP við sama heiti. “Book of Lies” er ein sonevnd “dark ambient” tulking av okkulta verkinum “The Book of Lies” eftir Aleister Crowley. Komandi tíðina verða løgini útgivin eitt og eitt inntil EPin er fullkomin í januar.

 

Við nýggja staklagnum hevur Eli brotið frá sínum friðarligu klavertónum og funnið sær eitt myrkari ljóð. Tó er helst okkurt mann kennir aftur. Í sínum seinasta tíðindabrævi skrivar hann soleiðis:

“Eftir at hava útforskað minimalismu ígjøgnum mín tónleik í fimm ár, havi eg følt meg til reiðar at seta eina nýggja kós. Eg vendi aftur til ymiskt sum plagdi at hugtaka meg tá eg var yngri. Við íblástri frá tónleikarum sum Genesis P-Orridge og teirra “Thee Temple ov Psychick Youth” og relateraðu tónleikabólkunum Psychic TV og Coil, er mín áhugi í tí dulda, tí mystiska og tí ókenda endurføddur.”

“Book of Lies” kann hoyrast her: https://ffm.to/elitausenalava-bookoflies

Lýsing
Seinastu tíðindini
Quo Vadis, Domine
Heyst­fagnaður á Eiði í dag
Eli Tausen á Lava útgevur "Book of Lies"
Friður á pallinum: Nú er Lloyd klárur
Strandferðslan er ikki meldað
Veðrið um vikuskiftið
Er bilurin klárur til veturin?
Gekk av tí besta at reka í Syðrulíð
ALS gjaldið lækkar
Útróðurin í dag
Randi: - Tørvurin økist á jólahjálp
Stanley sigur sína søgu
Diamant­brúdleyp - Marianna og Knút
Kári: - Fiski­kappingin gevur væl til Dra…
Volapuck útgeva fyrsta staklagið "Mirage…
Geza Turi og Ragnar Poulsen halda fram
Jens Pauli Poulsen til KÍF
KSS: Úrslit av tøttum samstarvi
Elding Business yvirtekur Arctic Import…
Heyst­fagnaður á Eiði: Heyst Kviss í Lækn…