Lýsing
Lýsing
Lýsing

KSS: Úrslit av tøttum samstarvi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.10.2025 - 16:18 Tíðindi Vinna

Aliringur frá Scale AQ bygdur í Føroyum og latin MOWI á Sandsvág

 

Ein nýggjur aliringur frá Scale AQ er latin MOWI á Sandsvág, og tað serliga við hesi verkætlan er, at ringurin er bygdur í Føroyum, í tøttum samstarvi millum Scale AQ og KSS.

Búrhella, ið er dótturfelag hjá KSS, hevur siglt aliringin til Sandsvág, har hann nú er latin MOWI.

Scale AQ er ein leiðandi veitari av aliringum og mooring-skipanum til alivinnuna, og hevur í fleiri enn 40 ár ment dygdarvørur, har serligur dentur er lagdur á styrki, trygd og góð úrslit.

Hetta arbeiðið er eitt beinleiðis úrslit av nýggju samstarvsavtaluni millum Scale AQ og KSS, sum varð kunngjørd í november 2024. Avtalan styrkir tænastu- og veitingarmøguleikarnar hjá Scale AQ í Føroyum og gevur KSS ein týðandi leiklut sum lokalur samstarvsfelagi.

Við hesi verkætlan vísir KSS, at fyritøkan hevur førleikar at loysa stórar og krevjandi uppgávur.

Vit takka Scale AQ og MOWI fyri álitið og samstarvið, og síggja fram til fleiri spennandi verkætlanir í framtíðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu