Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvítanes farin nýggjan túr

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  18.10.2025 - 12:02 Myndarøð Tíðindi Vinna

-Tað hevur gingist rímiliga væl. Vit hava gjørt tríggjar túrar eftir rækjum í Barentshavinum. Nú er skipið rigga til svartkalvaveiðu, og kósin verður sett á Flemish Cap.

 

Tíðliga í morgun fór frystitrolarin Hvítanes aftur til fiskiskap. Hann hevur ligið nakrar dagar í Norðhavnini, síðani teir komu frá rækjufiskiskapi í Barentshavinum.

Ymiskt viðlíkahald er gjørt og so er skipið rigga til nýggjan túr.

Í gjár var andakt umborð, og tá fekk sjómanstrúboðarin orðið á skiparan Hallur Laksafoss.

Tá hann var spurdur hvussu hevur gingist síðani Hvítanes fór til fiskiskap, svaraði hann:

-Tað hevur gingist rímiliga væl. Vit hava gjørt tríggjar túrar eftir rækjum í Barentshavinum. Nú er skipið rigga til svartkalvaveiðu, og kósin verður sett á Flemish Cap.

-Er hetta góð tíð til svartkalva?

-Eg veit ikki. Men kønir menn siga, at síðst á árinum plagar at vera væl at fáa av svartkalva har, so tað vóna vit, sigur Hallur.

18 mans fóru við Hvítanesi. Tað var hugaligt at síggja og frætta, at helvtin av manningini var undir 20 ár. Skiparin og stýrimaðurin, Eivind Sørensen(mynd) eru báðir 23 ár og systkinabørn.

Størra helvtin av manningini eru ungir, fótfimir, handfimir, raskir og ágrýtnir føroyingar, sum arbeiða 12 tímar um dagin allar dagar í vikuni, fyri “hørðum valuta” til sín og samfelagið, men sum fáa lítið pláss hjá fjølmiðlunum í Føroyum.

Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…