Lýsing
Lýsing
Lýsing
Undir yvirskriftini "Johan Christiansen fingið nefs" boðaði ein týðiliga irriteraður løgmaður í innslagi í Degi og viku frá, at hann hevði givið fiskimálaráðharranum ein uppsang um vantandi kunningina frá Fiskimálaráðnum um ICES-tilmælini | Mynd: KVF

Møguligt misálitisuppskot týsdagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.10.2025 - 17:02 Leiðarin Politikkur

Handfaringin hjá Fiskimálaráðnum av ICES-tilráðingini um fiskiskap eftir makreli og svartkjafti hevur verið so jánkarslig, at møguleikin fyri misálitisuppskoti er nevndur í miðlunum. Higartil hevur løgmaður, Aksel Johannesen, bert givið landsstýrismanni sínum, Jóhan Christiansen, fiskimálaráðharra, eina ”nøs” ella nefs, men tað er ivasamt, um løgtingslimir eru nøgdir við tað.

 

 

Undir 1. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2026 fekk fyrst landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum av grovfílini frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni og fyrrverandi fiskimálaráðharra, fyri at hava afturhildið upplýsingar av týdningi fyri viðgerðina frá Løgtinginum, nevniliga ICES-tilmælið, ið varð almannakunngjørt sama dag sum fíggjarlógin, 30. september, ið mælir til álvarsaman niðurskurð av fiskiskapinum og harvið av inntøkugrundarlagnum hjá Landskassanum.

Síðani hartaðu tingfólk hjá samgonguni Jacob Vestergaard álvarsliga fyri sínar ákærur. Serliga Høgni Hoydal og Karlot Hergeirsson tóku rívan til og vardu fiskimálaráðharra sín.

Umboð fyri Fiskimálaráðið og Havstovuna søgdu tað sama sum landsstýrismaðurin – ICES hevði ikki vent sær til Føroya Landsstýri fyrrenn 30. september, aftaná at Ruth Vang hevði lagt fíggjarlógaruppskotið fram. Tí var ógjørligt at taka hædd fyri skerjingum í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg, sum jú longu var framlagt, áðrenn nakar kendi til evt. skerjingar.

Nú er so komið undan kavi, at so var ikki.

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, hevur sjálvur verið fiskimálaráðharri í fleiri umførum, og hansara royndir søgdu nakað heilt annað. Hann segði av Løgtingsins røðarapalli, at Landsstýrið í sínari tíð kendi til tilmælini, áðrenn tey vórðu almenn, og hann helt tað ikki passa, at tann mannagongdin nú var broytt til, at øll í Føroyum verða kunnað samstundis. Hann setti tí fyrispurning fram, og í svarinum vísti tað at vera so, sum Jacob Vestergaard segði – ICES hevði longu vent sær til Fiskimálaráðið 19. september. Tí hevði verið gjørligt at tikið tað við í fíggjarlógaruppskotið.

Men av onkrari løgnari orsøk var tað strandað onkustaðni í Fiskimálaráðnum, og kunningin kom tí hvørki fram vertikalt til topparnar í Fiskimálaráðnum og tíansheldur horisontalt út til Fíggjarmálaráðið ella longur upp til løgmann.

Eina stutta løtu varð roynt at verja borg við at siga, at trúnaður og tagnarskylda skuldu verið viðvirkandi. Men tað manaði landsstýrismaðurin effektivt niður aftur í jørðina beinanvegin í Degi og viku – hann hevði als ikki fingið kunningina, t.v.s. heldur ikki í trúnaði. Fiskimálaráðið hevði heilt einfalt latið vera við at kunnað seg. Tað setir sjálvandi Jóhan Christiansen í eina penibla støðu sum ein landsstýrismann, ið verður forbígingin av sínum undirorðnaðu og tí ikki hevur stýr á sínum málsøki. Og tað frítekur hann ikki fyri ábyrgd, og tí er tað hann, ið fekk eitt nefs.

Ein fjølmiðil rør framundir, at misálitisuppskot kann verða reist týsdagin, og at tað, um tað verður lagt fram, ikki óhugsandi verður samtykt, um ikki landsstýrismaðurin fer frá áðrenn. Tað er mikið møguligt. Tí eisini Karlot Hergeirsson og Høgni Hoydal, sum vardu fiskimálaráðharran, munnu í dag sita við reyðum oyrum, nú Jacob Vestergaard vísti seg at hava sannleikan á síni síðu. Um tað so strekkir til, at teir fara at fella landsstýrismannin, má tíðin bara vísa.

Jacob Vestergaard hevur sagt seg umhugsa støðuna, og tað kann merkja, at misálitisuppskot verður reist, møguliga longu á fyrstkomandi tingfundi týsdagin 21. oktober kl. 11.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…