Ein kirkja og onnur
Tá ið eg eri í Århus, sum nú, plagi eg at seta meg á eina brík aftarlaga í Christianskirkjuni, ið liggur á Frederikshaldsgade 15. Hon tykist rættiliga virkin og hevur ein heldur lættari stíl – bæði við siðbundnum, men eisini lættari tónleiki og sangi undir guðstænastuni.
Tey taka stig til nógv ymiskt við fyrilestrum, innsavningum, rytmiskum guðstænastum og tað vit kenna sum skrúvuguðstænastur. Eisini verður vørpan og PowerPoint við tekstum og myndum brúkt nógv undir prædikuni, har presturin brúkar onkrar myndir at styðja prædikuni við.
Tey stroyma hvørja guðstænastu, men kann fremmandi lurtarin eisini velja stroymingina á enskum. Í kirkjuni koma eisini fólk, sum ikki eru køn í donskum, og kunnu tey fáa oyratelefonir, har prædikan og alt annað, sum fyriferst í kirkjuni, er týtt til enskt.
Nú tað følgast við øðrum mæltum fólkum í Føroyum, varð helst rætt og skilagott, at KvF saman við kirkjuni beyð hesa stroymingartænastuna á enskum frá teirri kirkjuni, útvarpsguðstænastan kom frá.
Altartalvan
Christianskirkjan í Århus, sum er rættiliga rúmlig og hevur eitt stórt orgul, flygil, kór og mikið meira, hevur eina serliga altartalvu.
Myndin, sum er ein fresko, er málað av listamanninum Frits Bruzelius í 1958. Føddur 13. november 1919 í Keypmannahavn – Deyður 1974.
Frits gjørdi fleiri størri listprýði m.a. til kirkjur og almennar bygningar – oftast sum fresko. Hann málaði tó eisini staffeli-málningar, og tá var tað andlitsmyndir og einamest landslaggsmyndir.
Á altartalvuni í Christianskirkjuni í Århus er berandi myndevnið tað ljósa borðið, sum er reist yvir enda. Fyri borðendan situr Kristus. Hann situr til borðs saman við lærusveinunum og rættur hondina út til teirra. Men eisini til kirkjuliðið, ið lítur at myndini handan altarið, sum partur av skipinum.
Motivið ella ímyndin til altartalvuna í Glyvra kirkju, sum Fridtjof Joensen hevur gjørt, er ikki ólík henni í Christianskirkjuni í Århus. Tó er tilgongdin ein heilt onnur. Tann á Glyvrum úr timbri og tann í Århus ein fresko.
Tí er tað so deiliga heimligt at fara í kirkju í Christianskirkjuni í Århus. Kirkjan er eisini altíð at kalla fullset. Sangurin og serliga orgulspælið er sum tikið úr leikum – frágera gott.
Um summarið, men eisini nú vit eru komin langt út í oktober, verður eftir guðstænastuna boðið til ein kaffimunn uttanfyri kirkjuna.
Christianskirkjan í Århus hevur eina holla heimasíðu