Lýsing
Lýsing
Magnus Powell hevur flest stig pr. dyst
Men tapur KÍ leygardagin, so dettur hann aftur á 2. pláss.
Magnus Powell hevur 70 stig fyri 26 landskappingardystir í KÍ, sum svarar til 2,69 stig pr. dyst. Hetta tal kann broytast eftir úrslitið móti NSÍ leygardagin. Skuldi KÍ tapt tann dystin, so verður talið 2,59, og tá kemur Magnus at liggja aftanfyri Espen Haug, sum var venjari í 21 dystum í 2024.
Flest stig av KÍ-venjarum aftur til og við 1990 (sigrar umroknaðir til trý stig í gamlari tíð):
2,69: Magnus Powell
2,62: Espen Haug
2,48: Magne Hoseth
2,23: Mikkjal K. Thomassen
1,91: Jóannes Jakobsen
Seinastu tíðindini