
Lógin heimilar ikki ætlanini at seta ALS á fíggjarlógina
Á s. 466 í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 hevur sníkt seg inn ein postur, sum eitur ”20.52.1.23. Gjald til Arbeiðsloysisskipanina”. Hetta hóast Fíggjarmálaráðið ikki hevur lógarheimild fyri at seta ALS á fíggjarlógina. Hesum forðar ein lógargrein frá 2009 fyri.
Postur 20.52.1.23 á fíggjarlógini verður innleiddur við, at ”Grundarlagið undir Arbeiðsloysisskipanini er løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), við seinni broytingum”, men hyggja vit so í ta lógina, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 25. mars 2025, so stendur soleiðis:
§ 2 a. Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.
Við øðrum orðum eru vit í teirri komisku støðu, at uppskotið til løgtingsfíggjarlóg vísir til eina lógarheimild, sum ger tað ólógligt at taka postin við í løgtingsfíggjarlógina. Lógarsmiðirnir kenna sostatt til ALS-lógina, men eftir øllum at døma ikki til § 2 a í henni, sum kom inn í hana í 2009.
Føroya Løgting kann tí ikki samtykkja fíggjarlógaruppskotið, sum tað er orðað, tí so hevur Løgtingið samtykt 2 lógir, sum stríða ímóti hvørjari aðrari – við øllum tí løgfrøðisliga kaosinum, sum fylgir við tí at hava tvær mótstríðandi lógir í gildi samstundis.
Ein annar møguleiki er tó at lata postin standa í fíggjarlógaruppskotinum, og so í staðin broyta ALS-lógina, har § 2 a verður strikað. Velur Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrúgv, tann møguleikan, má ALS-lógin verða broytt innan 3. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum.