Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kavaæl, sum hesi á myndini, kunnu vit vænta í morgin eisini og okkurt týsdagin. Men so er liðugt á hesum sinni. Tað fer at kølna aftur í vikuskiftinum og í næstu viku. | Mynd: Oliver Joensen, Norðlýsið

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.01.2021 - 23:15 Tíðindi Veðrið

Tað fer at vera kalt í veðrinum í tveir dagar afturat. Týskvøldið fer at venda. Tá fer nakað væl lýggjari luft at reka ímóti Føroyum. Hitin fer at kvinka seg uppeftir umleið 1 stig hvønn dagin.

Ættin fer at liggja imillum landsynning og sunnan til leygardagin. Tá fer hann upp í vestan; sunnudagin fer aftur at kølna.

Men í morgin – mánadagin – fer hann framvegis at koma av útnyrðingi ella norði. Vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s, men hann minkar út á kvøldið. Skýggjað allan dagin við kavaælingum. Hitin fer at liggja úr frostmarkinum og upp í 4 stig.

Týsdagin liggur hann av norði til einaferð seint um kvøldið. Tá fer hann at mala úr ymsum ættum. Vindferðin fer at minka úr 5 til 10 m/s um náttina niður um 3 m/s um kvøldið. Fyri tað mesta skýggjað og ælaveður við kava, men út á dagin turt. Hitin týsdagin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Mikudagin landsynningur, 5 til 10 m/s. Skýggjað og turt fyri tað mesta. Hitin fer at liggja um 3 til 5 stig.

Hósdagin landsynningur, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður við vátakava. Hitin fer at liggja um 4 til 6 stig.

Fríggjadagin sunnan, 2 til 5 m/s; um kvøldið veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s. Sólglottar og turt. Hitin fer at liggja um 5 til 7 stig.

Leygardagin sunnan og seinni útsynningur. Vindurin fer at minka úr 5 til 10 m/s niður um 5 m/s út á fyrrapartin. Eitt brúgvalag við regni seint fyrrapartin; annars turt. Hitin fer at liggja um 6 til 8 stig.

Sunnudagin útsynningur-vestan, minni enn 5 m/s, men veksandi seinnapartin upp í 5 til 10 m/s. Turt fyri tað mesta, men seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið fer at regna í eina løtu. Hitin sunnudagin fer at liggja um 4 til 7 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar