Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Nýggi Pison komin á Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen Myndir: Oliver Joensen  |  13.01.2021 - 13:30 Myndarøð Tíðindi Vinna

Talan er um Nyvoll Senior, sum er bygdur í Vági í 1987. Tá hevði skipið navnið Vestfart og var heimahoyrandi á Eiði. Vit fara at rigga til nú og ætlanin er at fara avstað um einar 10 dagar, vit royna undir Føroyum, sigur Eyðstein Sørensen við Norðlýsið

Sp/f Miðdalsenni av Viðareiði, ið eigur línuskipið Pison, hevur keypt nýtt frystilínuskip úr Norra.

Eyðstein Sørensen, sum er stjóri í felagnum og skipari á Pison, sigur soleiðis um orsøkina fyri at skifta Pison út.

- Tann Pison, sum vit høvdu var bygdur í 1961. Hetta er ikki nakar nýbygningur, frá 1987, men tað er eitt stór framstig fyri okkum og eitt skip, sum gevur okkum nógv betri møguleikar, serliga á fjarleiðum. Skipið er fyrst og fremst eitt frystilínuskip, men hevur eisini møguleika at samantvinna tað við at hava feskt t.d. upp undir endan á túrinum, um vit ynskja tað, tí skipið hevur tvær lastir.

Pison kemur í stóran mun at royna undir Føroyum, á Flemish Kap og í Grønlandi. 15 mans vera við skipinum. Hann lastar 250 tons og minnir nógv um núverandi Jákup B, sigur Eyðstein Sørensen við Norðlýsið.

Vit fara at rigga til nú og ætlanin er, at fara avstað um einar 10 dagar, vit royna undir Føroyum, sigur Eyðstein Sørensen við Norðlýsið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…