Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentanarnevndin kunnað um Mentanarhúsið

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  18.01.2021 - 14:59 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í morgun var ein kunnandi fundur í býráðshúsinum um byggingina av Mentanarhúsinum. Við á fundinum vóru umframt Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóra,  Karl H. Johansen, borgarstjóri og nýggja Mentanarnevndin.

Í Mentanarnevndini sita: Jóhanna C. Christiansen, forkvinna, Annika S. Biskopstø, varaforkvinna, Gunvá við Keldu, Signhild V. Johannesen og Óli M. Lassen, sum er í farloyvi, og tí møtti varalimurin, Andreas Josephsen fyri hann.

Mentanarleiðarin, Dávur Winther, greiddi frá verkætlanini við tekningum og frá søguligu gongdini fram til at spakin varð settur í av Adelborg Linklett, sjónleikara, sum loysti fyrsta flagið 5. februar 2020.

Ósbjørn Jacobsen - Arkitektar, eru høvuðsráðgevarar og hava projekteringsleiðsluna um hendi. Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon.

Byggingin, sum fór í gongd í mai 2020, hevur gingið væl og er rættiliga komin upp úr lendinum. Gongst eftir ætlan, stendur Mentanarhúsið liðugt móti heysti 2022 og kostar 60 mill, siga teir frá Ósbjørn Jacobsen - Arkitektar.

Eftir fundin varð farið á staðið at hyggja at byggingini, har Ósbjørn Jacobsen, arkitektur og Hanus Jacobsen, byggifrøðingur greiddu frá verkætlanini.

Nevndin var fegin um hetta stóra stig, býnum at frama og gleddi seg til, at húsið stendur liðugt um góð tvey ár, segði ein eldhugað Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…