Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Jasper Van Der Heyden var útróðrarmaður við síðuna av fótbóltinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.01.2021 - 21:42 Ítrottur Tíðindi Vinna

Nýggi belgiski leikarin hjá KÍ hevur havt eitt serligt starv viðsíðuna av fótbóltinum, meðan hann hevur verið í Føroyum.

Hann hevur verið útróðrarmaður, men tað verða væntandi færri túrar, nú hann spælir fyri felagið í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.

25 ára gamli Jasper Van Der Heyden skifti í vetur frá AB til KÍ. Hann kom til Føroyar fyri einum ári síðani og var so mikið sannførandi í AB, at boð vóru eftir honum úr KÍ.

 


Útróðrarmaður

Eitt sum er serligt við Jasper Van Der Heyden er starvið, sum hann hevur havt viðsíðuna av fótbóltinum. Hansara verfaðir í Kollafirði hevur útróðrarbátin Todnes, sum er fyrrverandi Bjørgvin. Jasper hevur róð út við Todnes seinasta árið.

- Eg havi hjálpt verfaðir at rógva út. Fyri tað mesta hava vit verið við línu, men onkuntíð hevur tað bara verið fyri hygg til heimabrúk. Hetta hevur mær dámt væl. Vit hava róð út við Todnes, sum er ein bátur, sum kom frá Klaksvík (Bjørgvin, blaðm.), sigur Jasper Van Der Heyden við Norðlýsið.

 


Raðfestir fótbóltin framum útróðurin í 2021

Norðoyingar hava altíð verið stoltir av sínum útróðrarflota, men teir noyðast ikki at vera bangnir fyri, at útróðurin hjá nýggja KÍ-leikaranum fer at ganga útyvir fótbóltin.

- Í ár verður tað bara onkur túrur til stuttleikar, tí nú spæli eg professionellan fótbólt, sigur Jasper Van Der Heyden við Norðlýsið.

 


Jasper fekk eina góða byrjan í KÍ í fyrsta venjingardystinum, har hann var við í nógvum av álopsspælinum og eisini skoraði eitt flott mál.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Greiður sigur til Stjørnuna
Føroyar mugu fáa eina nýggja støðu í hei…
Maria endaði innandura kappingarárið við…
Jákup Vilhelmsen spældi allan dystin
SF: Prísurin hækkar á midnátt í kvøld
Veðrið í vikuni
KÍ vann fyrsta steypið
Deyður springari á Borðoyarvík
229.470 krónur til børnini
1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Lýsing