Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kavaæl í dag og í morgin. Høgætt og kuldi í 4-5 dagar afturat | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.01.2021 - 10:47 Tíðindi Veðrið

Veðrið í vikuskiftinum fer at vera ávirkað av sama lágtrýstinum, sum hevur sett sín dám á veðrið í nakrar dagar. Hetta lágtrýst hevur ligið yvir sunnara part av Norðsjónum og hevur nú flutt seg norðureftir.

Tað hevur drigið til sín kalda luft av leiðini við Norðureysturgrønland. Føroyar liggja beint á leiðini hjá hesum luftstreymi. Hitalagið í Føroyum er tí lækkað úr 6-7 stigum niður ímóti frostmarkinum.

Næstu dagarnar fer lágtrýstið at liggja beint eystan fyri Føroyar, meðan tað spakuliga fer í upploysn. Tí fer kalda luftrákið í Føroyum at halda fram til týsdagin ella mikudagin. 

Í dag fer ættin at liggja av norði ella útnyrðingi-norði. Vindferðin minkandi úr 12 til 17 m/s fyrrapartin niður í 5 til 10 m/s í kvøld. Allan dag ælaveður við kava. Hitin fer at liggja um 1-2 stig.

Í morgin ári – leygardag – er lítil vindur, um 5 m/s, av norði, men út á dagin veksur vindurin eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s, meðan ættin fer í landnyrðing.  Ælaveður allan leygardagin við kava ella vátakava. Hitin fer at liggja um 1-3 stig.

Sunnudagin fer ættin at liggja um landnyrðing-norðan, 5 til 10 m/s. Tað fer at vera longri millum kavaælini. Hitin fer at liggja um 2-5 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna
KÍ tapti 1-0 móti GAIS
Hesir byrja inni hjá KÍ
Her kann Gais-KÍ stroymast
Eitt 50 ára minni
Sangskeið verður í Nesvík í vetrar­feriun…
Vera Klipt í 25 ár
Hetta verður venjarin hjá Bjartalíð
Myndarøð: Team Klaksvík-KÍF 25-32
Parkeringsøkið í Kongaríki­num avhendað
Loysingar­flokkar - komið við einari full…
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18
Jóhanna á Tjaldrafløtti ársins leiðari
Stjørnan tekur ímóti EB í KÍ-høllini
Christian í Grótinum landað størstu sild…
Stúgvandi fult á Herluf's Kafé
Í Sjarpholi­num 1926
Stuðuls­avtalan við Varðan heldur fram
Ikki rætta løtan at tosa um loysing