Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eftir gasspreingingina

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.02.2021 - 10:41 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Sum kunnugt hvakk stórur partur av Klaksvík við, tá ein ógvuslig spreinging var fríggjakvøldið um 01 tíðina. Orsøkin var ein gasspreinging umborð á Bláaberg, glastrevjabátinum hjá 88 ára gamla Esmari Mørkøre. Sum skilst, so hevur ein gassfløska likið inni í kahyttuni og tá so oljufýrið hevur slitið til um eitt tíðina um náttina hendi ógvusliga spreingingin.

Húsið fór omanav AWI bátinum og Esmar Mørkøre sigur, at masturin lá í einum báti sum lá við síðuna av Bláabergi. Esmar sigur víðari, at báturin er tryggjaður og skal nú út til Runavíkar til kanningar. Vit vita ikki um skrokkurin eisini hevur fingið skaða, men omandeks har bakkin er, er skaði hendur.

Hetta er "sambýlið" hjá pápa, helt ein sonur, ið var á støð, nú Bláaberg fór til kanningar. Esmar hevur brúkt alla sína frítíð á floti, tá hann var í arbeiði hjá SEV, heilt aftur í sekstiárini. Nú hann hevur verið pensioneraður, hevur hann gingið upp í bátin hvønn einasta dag at kalla. Heldur ikki hevur hann hildið seg aftur við at fara á flot tá viðraði. Nú Norðlýsið ringdi til hansara, harmaðist hann sjálvandi almikið um bátin. Eg vóni bara, segði hann, at eg fáið ein bát aftur skjótt. So sjálvt um man er 88 ára gamalur, so ber til at hava skrúvu fram um man er likamliga og sálarliga væl fyri, sum Esmar er.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX