Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroyar eru ikki partur av orrustuni millum stórveldini, og eiga tí at kunna hava góð viðurskifti báðar vegir.

Ja til bæði NATO-radara og russiska koppseting?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.02.2021 - 13:37 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Øsing hevur staðið seg upp í kjalarvørrinum av, at danska stjórnin, uttan iva eftir boðum frá NATO, hevur boðað frá, at 390 milliónir eru avsettar til hernaðarradara á Sornfelli. Ikki óvæntað kemur tann mesta øsingin frá teimum loysingarsinnaðu, og tann minsta (ella ongin) frá teimum sambandssinnaðu. Báðir partar hava rætt í ein ávísan mun. Vit mugu taka ábyrgd á okkum sum partur av Vesturheiminum, men vit mugu eisini hava góð viðurskifti við Russland.

Russar hava mangan verið føroyingum góðir. Besta prógvið um hetta var, tá ES í 2013, eftir áheitan frá skotum, stongdi ES-havnir fyri føroyskum skipum. Sjálvt okkara partnari í ríkisfelagsskapinum, Danmark, gjørdi tað sama, og tá vóru góð ráð dýr. Tá kom bjargingin úr eystri. Russland læt sínar havnir vera opnar fyri føroyingum, og eftir eitt ár ella so innsá ES, at havnastongsulin onki nyttaði, og tey risikeraðu at verða stevnd inn fyri WTO.

Søguliga mugu vit sjálvandi ongantíð gloyma, at Sovjettsamveldið størsti fíggindin hjá NATO, og tað situr enn hjá mongum. Men Russland og Sovjett eru ikki tað sama, hóast har framvegis eru stórar ósemjur millum Russland og NATO. Kina er nú komið upp í sum tann stóri kommunistiski aktørurin, og tað er rætt, at tað er ófrættakent, at Kina nú hevur fingið so sterk áhugamál í arktiska økinum, serliga viðvíkjandi Grønlandi.

Eisini søguliga hava vit sera góðar royndir við Russland, serliga tá tað kemur til okkara laksaútflutning og fiskaútflutning. Russarar hava verið álítandi, samstarvssinnaðir og hollir í mongum umførum. Og nú hava teir so ment eina koppseting, sum telist millum tær allarbestu. ES vil ikki keypa koppsetingar frá teimum, men tað má ES um. Ungarn er gingið ímóti ES og hevur bílagt russisku Sputnik V-koppsetingina, og teir lata væl at.

Tíðin er komin at lata gamla kaldakrígs-mótviljan fara.

Øll vita vit, at Føroyar ikki bara sleppa at liggja púra uttanveltaðar í Norðuratlantshavi. So hví ikki fáa tað besta burturúr og hava góð viðurskifti við báðar partar? Siga vit føroyingar ja til hernaðarradara, so eru vit í krithúsinum hjá Joe Biden, meðan um vit keypa Sputnik V-koppsetingar frá Russlandi, fáa vit ein fjøður í hattin frá Vladimir Putin. ES dámar hetta kanska ikki so væl, men royndirnar úr Ungarn vísa, at ES skilir tað, tí ov fáar vaccinur verða framleiddar nóg skjótt.

Sjálvandi skulu vit vera varin. At seta okkum í samband við Russland um at keypa koppsetingar tann vegin, má sjálvandi ikki gera, at Danmark tekur Pfizer-, AstraZeneca- og Moderna-variantarnar aftur. Tí er neyðugt at hava ein dialog við okkara verandi veitara um, at galdandi avtala um koppseting heldur fram. Og aftur her kunnu vit brúka hitt málið sum jarnbrot: Vísa vit vælvilja yvirfyri radaranum, so stendur danska stjórin í takksemisskuld til okkum, tí vit forðaðu fyri, at Danmark misti andlit í NATO.

Spæla Føroyar síni kort rætt í hesum báðum málunum, kunnu vit gerast fleirfaldir vinnarar, og tað enntá innanfyri mál, ið annars spjaða føroyingar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)