Lýsing
Lýsing
Lýsing

Suffía Nón og hennara virksemi í Fjord

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  25.02.2021 - 08:31 Lesarabrøv Mentan

Ja, tað er ein vøkur gongd, ið Suffía hevur havt um tún og teigar, har hon við sínum listaligu gávum hevur sett spor í tilveruna á ein sera vakran hátt..vit hava verið grannar , og vit eru eisini í ætt  bæði í faðirlegg og móðurlegg . Nicola er mamma Suffíu og omman, Sofía er av Glyvrum  nevnd Fía. Suffía er kallað upp eftir henni. Abbin er Niels, og var systkinabarn  ommu mína, Johannu Mariu í Toftum í Fuglafirði. Sostatt verða vit bæði Nicola fermenningar.  Margeir er pápi Suffíu, og eru vit eisini fermenningar. Abbi Margeir, Jens Elias Toftegaard, Lítli Lias, var eisini systkinabarn ommu mína í Toftum, sostatt eru faðir og Emil, pápi Margeir, trímenningar og eg og Margeir fermenningar. Suffía er uppvaksin við Bøveg í Fuglafirði saman við beiggja sínum, Niels Paula, tætt við har greinskrivarin býr. Hetta hevur verið eitt gott umhvørvi, har natúran og fólk áttu dagin og løtuna.

 

Uppvøkstur

Vit báðir Margeir eru uppvaksnir á Bakkanum um somu tíð. Vit vórðu fermdir í Leirvíkar kirkju, 5. okt. 1958. Fedrarnir vóru sjómenn, og mammurnar tóku sær av okkum dag og dagliga. Uppvøksturin á Bakkanum var fyrimyndarligur. Vit búðu tætt við sjóvarmálan, og var fjøran,  Stórabrúgv og kaiin ein stórur partur av okkara tilveru, har vit veiddu, róðu í bátum og flakum fram við fjøruklettin og út á vágna. Tað lógu um hetta mundið altíð nógvir russarar á vágni, og fóru vit mangan út at biðja um eina russarabløðru til flakarnar. Hetta fingu vit. Russararnir vóru bæði blíðir og týðir. 

Margeir bleiv sjómaður, og konan bleiv frisørur. Tey hava búð her við Bøveg síðan 1971 og vit bæði Alexandra, kona mín, síðani 1972.  Emil, abbi Suffíu, var ein úrmælingur, tá ið tað galt útróður-  somuleiðis Margeir. Tá ið Niels abbin doyði, flutti Fía norður til Margeir og Nicolu at búgva. Niels og Fía búðu uppi við Garð. Hetta var 1981, hon flutti norður, og búði hon her í íbúðini, sum var í kjallaranum, til hon varð borin út 2009. Hon var ein góð omma fyri Suffíu og Niels Paula. Um hetta mundið var eingin barnagarður, so hetta var gott at hava eina ommu, sum tók sær av ommubørnunum, tá ið foreldrini ikki altíð dagliga rukku  hesari gongd.  Hon hevur eina sjáldsama søgu, sum rørir hjartað. Hon var í Oslu undir Seinna Heimsbardaga. Hon arbeiddi á einum “kurstaði”, sum hjálpti fólki, sum høvdu verið undir læknahond. Hon var her, tá ið  Noreg varð hersett og upplivdi nógvar hendingar, sum høvdu ein bága við sær.

 

Skúlin og lærutíðin

Suffía er fødd 1978 og fer í skúla 1984 og Niels Pauli er føddur 1969. Ja, umskiftið er rættiliga sjáldsamt, tá ið tú fert í skúla og  kemur heimanífrá – frá einum lítlum umhvørvi til eitt størri umhvørvi, har flestu teirra, ið komu í flokkin , ikki kendu hvørt annað til fulnar. Tað gekk ikki long tíð, so funnu tey  saman – 7 gentur og 11 dreingir.

Genturnar halda saman enn tann dag í dag og møtast javnan, ferðast her á landi og uttanlands við.Ja, tað eru ógloymandi løtur í seta seg í sinnið og nøra um tey skapandi evnini.

Eftir lokna skúlagongd í Fuglafjarðar skúla fór Suffía á handilsskúla (FHS) á Kambsdali í eitt ár. Eftir tað var hon so heppin at fáa eitt lærupláss á Estra í Syðrugøtu sum lærlingur í grafikki. Hetta var ein vøkur tilgongd, har hennara skapandi evni, fingu mangt vakurt í viðføri, ið nørdi um sinnið og sálarkervið. Lærdi í 4 ár og einaferð um árið hesa tíð,  fór hon til Danmarkar á tekniskan skúla í Odense, sum leiddi mangt og mikið av tí skapandi gleðini fram í ljósið.

Ár 2000 var Suffía liðug at læra við eini útbúgving sum grafikkari og eftir hetta, fór hon á ein  listaháskúla- Ask højskole, sum lyfti og lætti mangt í hugans rensli á tí listaligu rásini.

Suffía hevði á hesum skúla málningalist, leirlist, foto, spældi sjónleik, seyming o.s.fr. Skúlin lá uttan fyri Aarhus og var ein kostskúli, og á skúlanum búðu uml. 70 næmingar. Næmingarnir komu úr ymsum heraðshornum t. d. Pólandi, Russlandi, Svøríki, Finnlandi og Lettlandi og Suffía var einsamallur føroyingur.

 

Ymisk arbeiðisstøð

Eftir eitt ár á listaskúlanum í Danmark, flutti hon aftur til Føroyar og arbeiddi  sum grafikari á Dimmalætting og á ymiskum lýsingar fyritøkum t. d. Repro Z, Dekostovuni og eisini eitt tíðarskeið á Estra.

Sum frá leið hevur Suffía verið á ymiskum  skeiðum í grafikki eisini skeiði í fotolæru í Danmark. Henda gongd vardi í fimm  ár frá 2005 til 2010. Hon arbeiddi eisini á skrivstovuni á trolvirkinum, Vónini í nøkur ár til 2017, tá ið íblásturin nørdi um hennara innasta hugafar og  læt hana í eina skapandi ond, sum gav lív til hennara vøkru, livandi  evni í einari fagrari lunnbót. Lunnarnir eru væl lagdir, sum nøra um hennara listaligu, litríku lunnbót niðri í Støð

Hon hevur við sínum skapandi evnum leitt mangt og mikið fram í ljósið undan sínum handalagi, sum hon t. d. hevur frá fedrunum. Undan hesum spunatráði fór hon ein dagin oman í Støð  og gjørdi ein handil, ið eitur Fjord. Hetta er fyrimyndarlig flyting, sum setir sín dám á umhvørvið í Fuglafirði.

 

Niðri í Støð

Áðrenn Suffía fór oman í hetta økið, var hon farin undir at gera  myndir og lutir. Myndirnar liva ikki einans á vegginum, men í ymiskum skapum og tilfari t. d. á koppum, pútum, smyrjifjølum, pløggum og seingjarklæðum. Hetta virksemi var í kjallaranum hjá foreldrunum í íbúðini, sum omman búði í , áðrenn hon fór oman í Støð. Skapini verða gjørd við talgildari tilgongd á telduni.

Á hesi grund stóð málingahandilin hjá Pidda, SPP-eft, sum Ansgar Jensen tók sær av. Her var hugaligt at koma inn. Tá ið eg sum ungur lærari kom til Fuglafjarðar og fór at mála myndir, keypti eg  penslar, listamáling og lørift frá Ansgari. Fyrsti fuglfirðingurin, ið fór at mála, var Símun Olivur, pápabeiggi. Ansgar vísti mær løriftini, ið hann skar til pápabeiggja, sum hann altíð hevði liggjandi klár til hansara. Símun doyði 1983. Jú, Fjord hevur sanniliga fest røtur her, sum Ansgar búleikaði í í sínari tíð, og er henda listaliga sølubúð fyrimyndarlig eins og hjá Ansgari.

 

Endi

Tá ið komið verður inn í hesa føgru sølubúðina, so liggja skap, litir og hugflog væl hagreidd á beinkjum, veggi og hyllum og seta seg í sinnið. Hesi hugtøk eru komin undan Suffíusa hond. Alt hevur eina livandi rørslu. Hon er gift við Boga Nón , sum er fuglfirðingur, í 2011 – sonur Jim og Jonnu, sum var ættað úr Rituvík. Vit báðir Bogi eru eisini í ætt. Pápi hansara, Jim var dupultur fermenningur við meg. Børnini hjá Suffíu og Boga eru Hákun(13) og Dávid (5) og búgva í Stovugerðinum í Fuglafirði, har umhvørvið lesur sína morgunbøn alfagurt undan Slættnatindi, Blábjørg, Gjógvará fjalli, Kambi, Tyrlunum, Leirvíksfjalli, Borgini og Húsafelli. Hetta ljós, sum kemur undan hesari fjallarond, gevur íblástur.

Til jóla í fjør kom ein vakur bóklingur út,  sum Posta læt úr hondum. Heitið á hesum bóklingi var: Fyrstu jólini. Hetta var um jólamerkini, sum  Suffía hevði teknað til hesi jól. Hetta er ein yndisligur bóklingur í orð og tal, litum og skapum. Róland í Skorini hevur skrivað henda fagra tekstin í bíbilskum sniði um jólaevangeliið sum lyftir tær føgru jólamyndirnar, ið Suffía hevur teknað. Hetta er gáva til gagns, og tann, sum æru býður, er æru verdur... og æran er fagrasta træ í skógini. Hjartaliga til lukku við hesum vakra tiltaki.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja