Lýsing
Lýsing
Lýsing
Poul Geert Hansen, aðalstjóri, mátti í kvøld standa skúlarætt og svara fyri, hví eitt sendifólk við maka eru tikin fram um í bíðirøðini eftir koppseting. | Mynd: kvf.fo

Summi eru meira líka enn onnur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.03.2021 - 21:23 Leiðarin Politikkur

Tað var ein foyur aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, ið slapp at standa skúlarætt í Degi og viku týskvøldið 2. mars. Kringvarpið hevði avdúkað, at embætisfólk í ráðnum, uttan um landsstýrismannin, høvdu vent sær til Koppsetingarbólkin og spurt, um sendifólk á føroysku sendistovunum ikki kundu sleppa fram um í bíðirøðini. Ikki bert sendifólk, men eisini teirra makar. Og komedian bleiv fullkomin av at hoyra, at bæði sendifólk og maki framvegis eru í Føroyum.

Nú er tað við at blíva ein farsa! Hoyrir tú til betra slagið í Føroyum, kanst tú eftir øllum at døma keypa ella lefla teg fram um í køina. Dagur og vika visti fyrst at siga, at toppurin í Smyril Line “og nøkur lyklastarvsfólk”, sum tað eitur seg, høvdu spurt seg fyri hjá Landssjúkrahúsinum, um tað ikki bar til at sleppa fram um í køini, og Landssjúkrahúsið vendi aftur til teirra og segði, at tað væl bar til!

Sum um tað ikki var ein nóg stór gøla, so fingu vit eisini at vita, at sendifólk Føroya í London, ið als ikki var í London, og maki hennara tann 27. januar eisini vórðu koppsett, langt frammanfyri onnur fólk við størri tørvi á koppseting.

Og alt hetta fer eftir øllum at døma fram aftan fyri ryggin á evstu politisku leiðsluni. Fyrst varð Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, spurdur, og hann var púra himmalfallin av støðuni. Nú skuldi hann fara at kanna tað, tí tað var heilt nýtt fyri seg, at fólk sluppu at leypa bukk upp um tey mest treingjandi í bíðirøðini. Síðani bleiv Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálanum, ið varar av sendifólkunum, spurdur, men heldur ikki hann visti av nøkrum.

Hetta kann ikki bera til! At embætisfólk í einum aðalráði, uttan landsstýrismansins vitandi, annara vegna spyrja seg fyri á Landssjúkrahúsinum ella hjá Koppsetingarbólkinum um møguleikan at verða tikin fram um.

Ábyrgdin av tí steðgar eftir øllum at døma hjá Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- í mentamálaráðnum. Hann hevur latið hetta um seg ganga, og tá hann skuldi forklára seg fyri Degi og viku, var ein av grundgevingunum, at tey skuldu til eitt serliga útsett øki, vísandi til bretska Coronavariantin. Trupulleikin við hesi argumentatiónini var “bara”, at hvørki sendifólkið ella makin eru farin til Bretlands.

Ásannast skal sjálvandi, at ábyrgdin ikki bara liggur hjá spyrjaranum. Tað er heldur ikki í lagi, at Koppsetingarbólkurin yvirhøvur svarar játtandi upp á tílíkar fyrispurningar.

Fólkið í Føroyum situr nú eftir við eini kenslu av, at stórur órættur fer fram, har tað ger mun, at man kennir onkran í einum aðalráði, sum fær lagt eitt gott orð inn fyri seg hjá Koppsetingarbólkinum ella á Landssjúkrahúsinum, og so ta breiðu fjøldina, ið eins og mamman í Degi og viku ikki hava eitt sovorðið telefonnummar at venda sær til.

Skal álitið á koppsetingarstrategiina í heila tikið kunna endurreisast, er neyðugt fyri bæði Jenis av Rana og Kaj Leo Holm Johannesen at tosa við stórum bókstavum í sínum aðalráðum í morgin, har teir gera greitt, at tað ongantíð aftur má koma fyri, at embætisfólk royna at fáa útvald fólk fram um tey gomlu, sjúku og veiku í samfelagnum.

Tí tað, sum gongur fyri seg í løtuni, er ógjørligt fyri Føroya fólk at góðtaka.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram