Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin kostráðgevi knýttur at maga- og tarmdeildini á Landssjúkrahúsinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.03.2021 - 15:58 Myndarøð Tíðindi

Føroyar hava heimsmet í títtleika av tarmsjúkum, yvir 1.000 fólk í Føroyum hava tarmsjúku. Men hóast heimsmet er eingin kostráðgevi knýttur at maga- og tarmdeildini á Landssjúkrahúsinum. Í Føroyum fær man heilivág, og einki verður upplýst um annað, so sum rørslu og at broyta kostvanar.

Eftir áheitan frá mongum við tarmsjúku, sum ynskja at vita meira um alternativar viðgerðir, skipar Colitis Crohn Felagið fyri kunnandi tiltaki í Løkshøll í Runavík leygardagin 6. mars kl. 14.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og tiltakið er ókeypis. Tó er avmarkað atgongd vegna Korona, og tilmelding er neyðug. Tú kanst melda teg til á www.loksholl.fo

Á tiltakinum fer Jóna Ólavsdóttir, sum m.a. er útbúgvin yogalærari og kostráðgevi, at greiða frá, hvørja ávirkan kostur og rørsla kunnu hava. Janus Joensen frá Faroe Dive greiður frá, hvussu trýstkamar ávirkar, og vit hoyra Dávid Kjeld greiða frá sínum royndum við trýstkamari. Til seinast fer Gunnvá Wardum frá Statera at vísa akupunkturviðgerð. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna