Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrst av øllum væl fyri

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  23.03.2021 - 11:11 Myndarøð Tíðindi

Hevur tú hoyrt um Fit First? Kanska ikki, men Fit First er partur av samlaðu tímatalvuni hjá 4. flokki. Hetta er ein royndarverkætlan á Skúlatrøð, sum er grundað á gransking innan ítrótt og rørslu fyri smærri børn. Við ymiskum rørslum ella venjingum verða øll bjóðað inn í felagsskapin – bæði tey, sum tíma ítrótt og tey, ið halda, at ítróttur ikki er nakað fyri tey.   

Sjálvt navnið er sett saman av bókstavum úr ymisku orðunum: Fit kemur frá fyrstu bókstavunum í Frekvent, Intens og Træning. First kemur frá fyrstu bókstavnunum í Fodbold, Interval løb (Running) og Styrke Træning. Heitið sigur nógv um, hvussu sjálv verkætlanin er sett saman við tíggju ítróttagreinum. Tær eru badminton, kurvabóltur, amerikanskur fótbóltur, fótbóltur, hondbóltur, judo, renning, rugby, taekwondo og flogbóltur. So her er rørsla av øllum slag.

Vit kunnu kanska siga, at Fit First merkir fyrst av øllum væl fyri.

Orsøkin til, at hetta er vorðið partur av tímatalvuni hjá 4. flokki er, at verkætlanin er lagað til fólkaskúla við venjingum í 40 minuttir. So er upp til einstaka fólkaskúlan, hvussu tímarnir verða skipaðir. Onkur ynskir, at hetta verður gjørt í ítróttatímunum, onnur halda, at tað er best í øðrum tímum ella heldur í styttri løtum gjøgnum vikuna. Á Skúlatrøð eru tað tveir tímar um vikuna í hvørjum 4. flokki.

Einstøku tímarnar hava fyrr nevndu donsku ítróttasambondini ment, og síðani hava hesi í samstarvi við onnur fakfólk tillagað rørsluna til fólkaskúlan.

Rørslurnar eru stuttligar og lívligar og leggja ikki upp til, at næmingarnir skulu duga ítróttagreinarnar væl fyri at hava tað gott. Dentur er lagdur á gleðina at vera virkin og rørslan tryggjar, at næmingarnir uppliva sunna rørslu.   

Í dag, mánadag, stóð Fit First á tímatalvuni hjá 4. a kl. 12.30-13.15. 

Næmingunum dámar væl tímarnar, sum eru afturat vanligu ítróttatímunum, sum eru tveir í tali.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari