Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mesti vindurin er klokkan 21. Ættin er tá vestan. | Mynd: mbl.is

Nógvur vindur í kvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  23.03.2021 - 16:17 Tíðindi Veðrið

Tað er eitt lágtrýst, sum er beint norðan fyri Føroyar, sum stendur fyri vindunum í dag og í kvøld. Lágtrýstið er eitt sindur djúpt, um 970 hPa, og tað hevur trýst seg suðureftir ímóti tí høga trýstinum sunnanfyri. Tí er stórur trýstmunur og nógvur vindur í einum lítlum staði, og tað er júst á leiðunum við Føroyar.

Mesti vindurin er beint sunnan fyri miðjuna á lágtrýstinum, og júst hetta økið fer at leggja seg yvir Føroyar eina løtu í kvøld. Mesti vindurin fer at vera um 21-tíðina.

Veðrið næstu tímarnar fer vindurin at veksa úr 15 til 20 m/s av suðuri upp í 20 til 25 m/s. Klokkan 20 fer ættin upp ímóti útsynningi og vestri – tey fara fyrst at leggja hetta til merkis í Suðuroy.

Klokkan 21 eru miðalvindurin um 25 m/s av vestri.

Alla tíðina er samregn ella ælaveður.

Vindurin fer at minka nokkso skjótt eftir hetta. Á midnátt eru 15 til 20 m/s, og ælini eru tá blivin til vátakava- ella kavaæl.

Í nátt minkar enn meira, og tá ið fólk fara til arbeiðis í morgin ári, eru 10 til 12 m/s av útsynningi-vestri.  

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…