Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mest týðandi uppgáva hjá politikarunum er at umsita tilfeingisríkidømið skilagott

SKRIVAÐ: Landsbanki Føroya  |  24.03.2021 - 10:38 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyar hevur stórt tilfeingisríkidømi. Úrtøkan av sjálvum tilfeinginum (fiskurin, sum svimur í sjónum og alifirðirnir) kemur uttan framleiðslukostnað. Afturat hesum koma eisini ókeypis virðir úr Danmark. Tilsamans eru tilfeingisrentan av fiski og alifirðum og veitingarnar úr Danmark verdar einar 3 mia. kr.

Tilfeingisrentan má, eins og veitingarnar úr Danmark, koma borgarum landsins til góða sum vælferð.

Føroyar eru eitt pinkuland pinkulanda, og tað merkir eisini búskapin. Heimamarknaðurin er pinkulítil, og tí fær Føroyar ikki gagn av stórframleiðslu (economies of scale). Pinkulond sum Føroyar mugu tí spesialisera seg í framleiðsluni, og hava tí heilt avmarkað úrval av vørum í útflutninginum. Men hetta megna Føroyar væl við einum BTÚ per íbúgva ájavnt við grannalondini.

Pinkulond hava tó ein nógv meira ófriðarligan búskap, enn eitt nú størri lond, tí vøruúrvalið í útflutninginum er so mikið lítið. Búskapurin verður stórliga ávirkaður av príssveiggjum á fiski og sveiggj í fiskastovnunum/kvotunum.

Tí verður mest týðandi uppgávan hjá føroysku politikarunum at umsita tilfeingsiríkidømið skilagott. Málið er at fáa ein meira støðugan búskap, sum merkir, at fíggjarstøða landsins verður so góð, at ikki er neyðugt at reka viðgangandi fíggjarpolitik, men at hava so mikið av pengum á kistubotninum, at landskassin klárar at lofta vinnuloysinum, tá harðast leikar á.

Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, hevur síðstu árini granskað í fortreytunum fyri at reka fíggjarpolitikk í tilfeingisríka pinkulandinum Føroyum. Allir búskapir virka líka vísur Hermann Oskarsson á, men neyðugt er at gáa eftir ítøkiligu umstøðum í hvørjum búskapi sær. Sera lítið er granskað um føroyska búskap. Vónandi kemur meira á hesum øki, so hvørt sum búskapardeildin á Fróðskaparsetur Føroyum mennir seg. Her er eitt íkast frá Hermanni Osakarssyni um fíggjarpolitikk í Føroyum. Sí greiningina her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…