Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uttanríkis- og mentamálaráðið - Endurlýsing av stuðli til myndlistafólk

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og mentamálaráðið  |  25.03.2021 - 13:46 Merkisdagar & Kunngerðir

Endurlýsing av stuðli til myndlistafólk

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 er peningur settur av til myndlistafólk. Stuðulin verður umsitin við heimild í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.
Av tí at allur stuðulin ikki varð lutaður út, tá stuðulsumfarið 15. mars var úti, verður lýst aftur við stuðlinum. Stuðulin til myndlistafólk verður játtaður einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og námsferð.

Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið. Játtanin er kr. 150.000, og av hesum eru 114.000 kr. tøkar at søkja í hesum eyka umfari.

Freistin at søkja er 17. mai 2021
Umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarbløð og

vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: www.ummr.fo ella kunnu fáast við at venda sær til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55 e-postur.: ummr@ummr.fo 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…