Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Páskablóma, hvat vilt tú?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  31.03.2021 - 10:00 Poddar Mentan

Fá hava megnað at gjørt kristnan skaldskap so háfloygdan sum Grundtvig, og enn færri hava megnað at gjørt kristnan skaldskap so jarðbundnan sum júst Grundtvig

 

Páskablóma, sig mær satt;

Hava nakað vit at týða?

Hava vit nú boðað rætt?

Kunnu deyð av grøvum stíga?

Reis hann upp, sum boðað er?

Rísa orð hans aftur her?

Sprettir so av gulum beði

lívið fram á páskadegi?

 

Tá Grundtvig yrkti hettar kvæðið til páskablómuna, var hendan blóman ikki tann prýðisurtin, hon er í dag, men heldur ein fátæk almugublóma, sum tey fæstu góvu sær fær um. Síðani hava garðyrkisfólk ment hana til ta páskaliljuna, vit kenna í dag, og seta í samband við kirkjunnar størstu høgtíð, vár og lív.

Grundtvig hevði tað ikki altíð lætt sálarliga, og bleiv mangan royndur í trúnni; so álvarsliga royndur, hann sá seg sjálvan við Helvits Grind, sum í yrkingini I nat blev der banket paa Helvedes Port. Men, eins og várblómurnar troðsa myrkrið og frosnu moldina, so kom skaldið altíð upp undan aftur – tað kendist fyri honum, eins og reis hann frá teimum deyðu.

Í kvøðuni til páskablómuna, sum upprunaliga hevði 21 ørindi, og sum vit kenna sum nummar 211 í Sálmabókini í týðingini hjá Axel Tórgarð, tosar skaldið við eyðmjúku várblómuna í urtagarði bóndans á bygd, og spyr um tað verulig er satt, at menniskjan hevur nakað virði: Hava nakað vit at týða?, spyr hann.

Vit kunnu ímynda okkum, at orðini hjá Paulusi í Fyrra Korintbrævinum, kapitli 15, frá ørindi 13, liggja honum í huga, tá hann spyr blómuna: Kunnu deyð av grøvum stíga? Reis hann upp, sum boðað er? Av skaldskapi hannsara sæst, at Grundtvig sá Skaparan sum verandi livandi til staðar í náttúruni – ikki bara í tí stórsligna, í veldugu dimmalættingini ella hugtakandi sólsetrinum, men eisini í tí eyðmjúka, og tí tosar hann álvarsmál við páskablómuna, sum tá var mett sum lítið meira enn ókrút.

Her sá hann eina megi, ið er størri enn lívið. Ein eyðmjúkan Guðs skapning, sum hevði hvílt í stirvdu moldini, men sum nú hevði bart seg upp gjøgnum myrkrið og sang skapara sínum lovsang við sínum føgru litum, til frægd fyri alt skaparverkið. Sprettir so av gulum beði lívið fram á páskadegi?

Svarið uppá spurningarnar í hesu djúpu samrøðu millum stórskaldið og eyðmjúku bóndablómuna fáa vit í ørindi fimm og seks seks. Ongin skal ynskja sær teir sálarbardagarnar ella ta kvøl, skaldið Grundtvig mangan noyddist ígjøgnum. Men okkurt bendir á, at tey, ið veruliga hava verið í myrkrinum, eisini eru tey, sum av sonnum kunnu boða frá ljósinum. Tey sum hava skoðað tilverunnar dýbdir eru eisini mangan tey, ið best kunnu boða frá tilverunnar hæddum.

Skald okkara fór mangan um tað einsemi og ta ræðslu, sum ivin kann bera við sær – tað vóru mangir langafríggjadagar í lívi hansara. Men so mátti hann  eisini sanna, at Páskablóma, megin sterk er í tínum gula horni. Morgunsól og fuglamál drakkk eg mær úr tíni skál. Eyðmjúku gávurnar av breyði og víni í kvøldmáltíðini á páskum buðu honum til borðs við hinum upprisna, og har í heilaga sakramentinum fann hann tann frið og ta vissu, honum longdist eftir.

Fá hava megnað at gjørt kristnan skaldskap so háfloygdan sum Grundtvig, og enn færri hava megnað at gjørt kristnan skaldskap so jarðbundnan sum júst Grundtvig, ið við sínum velduga hugflogi ikki smæðist fyri at tosa álvara við eyðmjúku bóndablomuna, sum nú er vorðin okkara páskalilja, og sum enn, uttan orð, prædikar vón, vár, hita, uppreisn og ævigt lív. Hann sá Skaparan til staðar, har vit onnur mangan bara síggja ein gráan gerandisdag, og tí er hann okkara stóra uppreisnarskald.

 

 Ja, so satt tú sigur tað!

Frelsarin reis upp av deyða!

Tí er langafríggjadag

vón um páskamorgun reyða:

Kappin ein av øllum ber,

grøv og svørð ei muna her –

dumba bert, tá hann vil anda,

hann, sum bjarging gav úr vanda.

 

Gleðiligar páskir!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…