Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Undirritaði

Eitt nos í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.04.2021 - 15:51 Tíðindi Veðrið

Hann melur av ymsum ættum seinnapartin í dag. Um nakrar tímar fer hann at koma av landsynningi-suðuri, og vit fáa ælaveður við kava.

Tað er eitt lágtrýst, sum fer tvørtur um norðara part av Føroyum í nátt, sum stendur fyri veðrinum í kvøld og í nátt og stóran part av morgindegnum.

Heit luft vestaneftir fer at trýsta hesa køldu luftina vekk – tað verður nakað fyri midnátt í kvøld. Eftir tað er fer ættin spakuliga at krúpa seg ímóti útsynningi-vestri, meðan tað regnar nokkso fitt kring alt landið.

Út á morgunin fer vindurin at minka, men fram ímóti middegi fer ættin at støkka upp í landnyrðing, og tað fer at kava. Vindferðin fer at veksa upp í 15 til 20 m/s.

Hetta er tó ikki at varða leingi, tí nakað út á seinnapartin slítur í, og eina løtu eftir tað fer vindurin at minka, og ættin fer yvir í útnyrðing-norðan, soleiðis sum tað hevur verið síðan páskamorgun, og soleiðis sum tað kann roknast við at ættin fer at liggja næstu nógvu dagarnar.

Í annaðkvøld eru 10 til 15 m/s av útnyrðingi-norði og kavaæl.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…