Lýsing
Lýsing
Lýsing

P/F Framherji hevði eitt gott ár í fjør

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2021 - 12:53 Tíðindi Vinna

Úrslitið á botnlinjuni øktist við góðum 17 mió í fjør í mun til undanfarna ár, skrivar bl.fo

Í leiðslufrágreiðingini stendur m.a.:

Sp/f Framherji eigur og rekur tvey uppsjóvarskip, eitt verksmiðjuskip og trý línuskip.

Uppsjóvarskipini eru M/S Fagraberg og M/S Høgaberg, sum fiska pelagisk fiskasløg. Akraberg FD 10 er eitt verksmiðjuskip og fiskar fyri tað mesta tosk í Barentshavinum. Harafturat eigur felagið línuskipið Skørin og frystilínuskipini Stapin og Jógvan I.

Felagið eigur saman við øðrum fiskavirkini P/F Faroe Origin og P/F Pelagos, ið virkar uppsjóvar fisk. Umframt hetta eigur felagið onnur partabrøv.

Konsern: Ársins nettosøla er 514.307 t.kr. ímóti 516.608 t.kr. síðsta ár. Úrslitið eftir skatt er 85.004 t.kr, ímóti 71.632 t.kr. síðsta ár. Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.
Tøki peningurin er í 2020 hækkaður við 19.775 t.kr. frá 70.226 t.kr. til 90.001 t.kr.

Móðurfelag: Ársins nettosøla er 300.205 t.kr. ímóti 278.108 t.kr. síðsta ár. Úrslitið eftir skatt er 80.989 t.kr. ímóti 63.624 t.kr. síðsta ár. Leiðslan metir ársúrslitið vera nøktandi.
Tøki peningurin er í 2020 øktur við 7.732 t.kr., frá 42.307 t.kr. til 50.038 t.kr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti