Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Dreymamál í síðsta sekundi bjargaði KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  29.04.2021 - 11:02 Ítrottur Tíðindi

(Dystarfrásøgn) HB var greitt betra liðið stóran part av dystinum, men síðstu 20 minuttirnar kom KÍ fyri seg samstundis sum HB fór í panikk, og tað var nokk hjá KÍ til at bjarga sær ein týdningarmiklan javnleik.

Undan dystinum var áhugavert, at Mathias Rosenørn framvegis vardi málið, meðan Deni Pavlovic og Bob Sumareh ikki vóru í hópinum vegna skaðar. Bæði liðini byrjaðu í eini 4-3-3 leikskipan.

 


HB setti seg á dystin

Frammanfyri mongu áskoðarunum við Djúpumýrar var tað HB, sum setti seg á dystin frá byrjan. KÍ royndi at trýsta høgt, men HB kláraði væl at spæla seg úr trýstinum og sum fráleið mátti KÍ leggja trýstið longri afturi. HB-spælið gekk væl og greiður munur var á liðunum leikliga. HB kom á odda, men KÍ javnaði við sínum fyrsta álopi. Stóri leikarin hjá KÍ var málverjin Mathias Rosenørn, sum hevði fleiri stórbjargingar í dystinum.

 

Dystargongdin broyttist

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama fram til áleið 15-20 min. vóru eftir. HB var greitt betra liðið, men so hendi okkurt, tá síðsta tíðarskeiðið av dystinum fór í gongd. Kanska hevði HB brúkt so nógva orku uppá at hava verið so greitt betur, at hon nú gekk undan. Til tíðir tóktist panikkur vera á HB-liðnum, sum als ikki fekk nakað spæl at rigga, nú KÍ trýsti og tók fleiri og fleiri møguleikar í álopspartinum. KÍ fekk fleiri fríspørk, eitt kolldømt mál og onkran stóran málmøguleika, og tað var bara spurningur um tíð til útjavnandi málið kom. Í síðsta sekundi sendi Árni Frederiksberg eitt fríspark upp í málhornið og so kókaði við Djúpumýrar. Málið hevði sera stóran týdning, tí KÍ er nú fimm stig fremst í kappingini ístaðin fyri tvey.

 

Avrikini

Leikliga spældi KÍ ikki sum eitt oddalið fyrstu 70 minuttirnar. Norðlýsið hevur bæði í 2020 og í ár sett spurnartekin við, um KÍ hevur miðvallarleikara sum Semir Hadzibulic og Simen Sandmæl, ið vóru tryggir á bóltinum sentralt. Hendan dystin tapti KÍ miðvøllin og lítið bendur á, at sentrali miðvøllurin er nøktandi mannaður enn, tí fleiri av nýggju útlendsku leikarunum høvdu tað sera trupult. Hetta kemur serliga til sjóndar, nú KÍ ikki hevur eina typu sum Ole Erik Midtskogen, sum var framúr til at halda uppá bóltin.

Útfrá dystargongdini og stigatalvuni so var eingin ivi um, at KÍ kundi fegnast meir um javnleikin, sum fyrst og fremst kom vegna framúr einstaklingaavrik í røttu løtunum frá Mathias Rosenørn og Árna Frederiksberg. KÍ er framvegis fimm og seks stig frammanfyri nærmastu kappingarneytarnar, men skal tann støðan varðveitast, so mugu avrikini í toppdystunum betrast munandi í mun til tað, sum vit hava sæð hesa síðstu vikuna á heimavølli móti NSÍ og HB.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…