Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Enn ein stórsigur til KÍ móti botn 5

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  02.05.2021 - 18:24 Ítrottur Mentan Tíðindi Vinna

Fyrsta triðingin av kappingini hevur KÍ ongar trupulleikar havt av botn 5.

Tað hevði KÍ heldur ikki í dag í Sørvági, har KÍ vann heili 5-0. Dysturin var longu avgjørdur í hálvleikinum, tá støðan var 3-0. Páll A. Klettskarð skoraði enn einaferð, Ivar S. Rønning skoraði fyrsta málið fyri KÍ, meðan innskifti Jasper Van Der Heyden eins og í Fuglafirði í hansara síðsta dysti (spældi bara 4 min. móti HB) var sannførandi og aftur millum málskjúttarnar.

 

KÍ hevur undanfarnu árini havt størri trupulleikar móti botn 5 enn fleiri onnur topp 5 lið, men soleiðis hevur ikki verið fyrsta triðing av kappingini í ár. Úrslitini hjá KÍ móti botn 5 hava verið:

B68-KÍ 0-4

TB-KÍ 0-5

KÍ-EB/Streymur 3-0

ÍF-KÍ 1-4

07 Vestur-KÍ 0-5

 


Fimm sigrar og málmun á 21-1. Síðsti dystur í fyrsta triðingi er á heimavølli móti liðnum, sum síðstu 10-15 árini hevur tey bestu úrslitini í Klaksvík av øllum vitjandi liðum, B36.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar