Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggi Eysturoyartunnilin skuldi eftir ætlan vera høvuðsæðrin millum Norðurøkið og Miðstaðarøkið, men Bygdaleiðir tykjast heldur vilja liva í fortíðini

Lesur SSL í heila tikið hoyringarsvar?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.05.2021 - 11:23 Leiðarin Vinna

Fyrr í ár kunngjørdi Strandferðslan, at eftir nógv mótmæli úr Sundalagnum høvdu tey valt at lata dastið av túrum millum Klaksvík og Tórshavn fara ígjøgnum Sundalagið aftur, og bert 2 túrar um dagin fara styttru leiðina ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað elvdi sum vera man til ónøgd í Norðoyggjum, skipað varð fyri hoyring, og nú er so nýggj ferðaætlan kunngjørd. Men hendan er eisini eitt vónbrot.

Frá at hava 2 túrar gjøgnum Eysturoyartunnilin um samdøgrið er talið hækkað við bert tveimum. Nú eru tveir túrar á morgni suðureftir, ein norðureftir og ein túrur norðureftir seinnapartin. Hetta er ein sera lítil bati, sum mest av øllum minnir um eitt haltkjaft-bomm.

Vansarnir eru týðiligir. Landsbúskaparliga verður Eysturoyartunnilin ikki gagnnýttur optimalt, við tað at SSL næstan ignorerar, at tunnilin í heila tikið er gjørdur, og koyrir tað mesta av sínum túrum gomlu farleiðina. Løgtingslimurin Eyðgunn Samuelsen skrivar í viðmerking, at tað tykist sum um at SSL vil noyða fólk til at fara við bili gjøgnum Eysturoyartunnilin fyri at hjálpa honum við lágu ferðslutølunum har, og tað kann álvaratos ikki vera uppgávan hjá SSL.

Nei, uppgávan hjá Strandferðsluni er at veita eina góða tænastu, tá tað kemur til at flyta borgarar til og frá. Hendan uppgávan verður forsømd. 87 hoyringarsvar eru innkomin, men aftursvarið við bert tveimum túrum meira gevur orsøk til illgruna um, hvørt SSL í heila tikið hevur lisið tey.

Neyðugt er við eini fleksiblari rutu, har fólk, sum møta kl. 8, kl. 9 og møguliga kl. 10 kunnu hava hvør sín túr. Tað sama seinnapartin, har summi fáa frí kl. 15, summi kl. 16 og summi kl. 17. Dagtúrarnir eiga at vera uppaftur meira frekventir, tí nógv valfarta til Tórshavn á fund og so norðuraftur, og tað kann ikki vera rætt, at tey skulu bíða í fleiri tímar hvørja ferð. Somuleiðis áttu túrar at verið í sambandi við tiltøk um kvøldið. Og soleiðis kundu vit blivið við.

Sum maðurin segði: “Det er en OM’er”. Hatta er ein ummari, SSL.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík
Hesi blivu innvald
STÁSTÍÐ Í Klaksvík 8. Novembur - eitt kv…
Lagnudagu­rin í Tinganesi
Todi á heimavølli
Varpið: LIVANDI TÓNLEIKUR VIÐ KIM HANSEN…
Aphaca á OY Voxbotn 2026
Team Klaksvík nýggjan leikara
Nýggju lands­stýris­fólkini
Soleiðis er nýggja býtið av aðal­ráð­unum
Eirikur fær Fiski­vinnumál
Tilmælið nr 1 frá Nýskipa­nar­nevndini
Bíligari og burðadyggari valmøguleiki
Klakkur inni við 125 tonsum
Djóni, Bjarni og Jóhan missa sínar lands…
Góð lívfrøði – veikur marknaður 
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík
Heimligu lands­liðsleikarar­nir venja í Kl…
Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag