Lýsing
Lýsing

1. mai sum pallur fyri søgufalsan

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, næstformaður Sambandsfloksins  |  03.05.2021 - 23:54 Politikkur Tíðindaskriv

Á 1. mai dagshaldinum á Vaglinum í Havn, leygardagin, sum varð sent beinleiðis í Útvarpinum, nýtti Høgni Hoydal, løgtingsmaður, enn einaferð høvið at gera eina roynd at umskriva Føroya søgu.

Røðuna bygdi hann á ein pástand um, at tað var tjóðskapar- og fullveldisrørslan, sum saman við fakfeløgunum skaptu virðini og rættindini hjá arbeiðandi fólkinum í Føroyum. Hetta hevur einki við veruleikan at gera. Eitt er hvat fakfelagsrørslan hevur fingið á skaftið, men fullveldisrørslan hevur ikki verið partur av tí arbeiðinum.  

Fyri at fáa fullveldisrørsluna kroysta inn í samanhangin, endurgav Høgni Hoydal ein handilsmann, sum hann segði var “brennandi loysingar- og fakfelagsmaður.” Jú uttan iva hava fleiri loysingarfólk eisini verið fakfelagsfólk, men tað ger ikki loysingarrørsluna til fakfelagsrørslu. Tað var ikki loysingarrørslan sum skaffaði líkaløn, frítíð, útbúgving, pensjón, heilsubót, sjúkratrygd, sosiala trygd, arbeiðsloysisstuðul og so framvegis. Tvørturímóti vóru nógv av teimum sum stríddust fyri hesum rættindunum íðin samríkisfólk.

Øll hendan ramsan við avrikum sum eru gjørd seinastu 80 árini sigur í veruleikanum tað øvugta av tí, sum Høgni Hoydal og Tjóðveldi royna at siga. Teirra pástandur um, at einki ber til uttan at vit fyrst loysa úr ríkisfelagsskapinum verður gjørdur fullkomiliga til skammar, tá vit hugsa um øll hesi frambrotini sum eru hend meðan vit hava verið í ríkisfelagsskapinum. Hygg bara eftir røðuni hjá Høgna. Hann vísir á, at ognarleys og verkafólk fingu valrætt og skipaðu egin feløg, sáttmálar, trygdarskipanir og altjóða samstarv. Kvinnur fingu valrætt og líkaløn við menninar. Børn hjá verkafólki og ognarleysum fingu rætt til ókeypis útbúgving, heilsu og arbeiðsloysisstuðul. Vit mentu egnar skúlar, skaldskap, list, mál og mentan – ja, eitt heilt symfoniorkestur, film, útvarp, tjóðpall, heimskendar tónleikarar, ítróttafólk, íverksetarar, arkitektar, listafólk... Alt hetta bar til, hóast vit vóru í ríkisfelagsskapi. Tað bar væl til!

Men søgufalsanin endar ikki her. Høgni Hoydal helt í røðuni á við at siga, at “tey” (altso onkur annar í løgtinginum), hevði samtykt at geva nøkrum fáum fyritøkum alla atgongdina til fiskin í havinum, og hetta sleppa hesi fáu at selja ímillum sín. “Hetta verður eitt fámannaveldi, ið sjáldan er sætt áður,” segði hann.

Men er veruleikin ikki tann, at tað ongantíð hava verið seld og keypt so nógv veiðirættindi sum júst meðan Høgni Hoydal var landsstýrismaður við fiskivinnumálum? Var tað ikki meðan hann var landsstýrismaður, at tað var loyvt at handla við loyvum, uttan at tað var neyðugt at eiga skip? Er tað ikki núverandi samgonga sum hevur samtykt, at endalig søla av loyvum skal brandskattast, og veit Høgni ikki av, at samtykta veiðigjaldslógin hjá núverandi samgongu gevur fleiri pengar í landskassan enn tað sum landskassin í miðal fekk árliga meðan hann ráddi fyri borgum?

Rætt er tað, at sambært lógini fara at ganga nøkur ár áðrenn útlendingarnir verða heilt burtur úr føroysku fiskivinnuni, men hetta er ikki øðrvísi enn tað, sum undanfarna landsstýri eisini arbeiddi við, tó at áramálið ikki er tað sama, og okkum vitandi er eingin útlendskur eigari komin inn í føroysku fiskivinnuna seinastu árini. Teir eru allir á veg út.

Nei fullveldisrørslan eigur ikki at sleppa at nápa sær heiðurin fyri tað, sum fakfeløgini hava barst fyri. Tað er søgufalsan. Hinvegin skal Høgni hava tøkk fyri, at hann enn einaferð minnir okkum á tey mongu frambrotini sum eru hend í okkara samfelag meðan vit hava verið í ríkisfelagsskapinum, og at fullveldi ikki er ein neyðug fortreyt fyri hesum frambrotunum.

Helgi Abrahamsen
næstformaður Sambandsfloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Søga 4 - video
166 børn- og ung á bíðilista til Barna-…
7 ferðamál beinleiðis í summar
Kom og royn stóra útitalvið niðri í Vági
Gongutúrur fyri kvinnur, sum hava ella h…
Málið um óljóð frá skipum verður nú loys…
Vit minnast tónleikin
Waag spílar seg út
Føðingardagsheilsan nú Javni fyllir fimm…
KÍ liggur til at taka málmetið frá HB
Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra há…
Norðlýsið á gøtuni
Sildavørur við bátabrúgvar­nar leygardagi…
Kristiliga Sangkórið á Norðskála og í Mj…
Vágatunnilin og Norðoya­tunnilin dagførdi…
Kunningarfundur um ADHD
Glaðir áskoðarar við Áir fyri løtu síðan…
KÍ vann 9-0 á Dungasandi í dag
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Atlantic Fair aftur á skrá í 2022