Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25.000 krónur um árið til framtíðar bústað”

SKRIVAÐ: Vinjard Johansen  |  16.03.2026 - 10:00 Politikkur Tíðindaskriv

At keypa sín egna bústað kann vera ein stór avbjóðing hjá ungum fólkið. Prísirnir á bústøðum eru ofta høgir, og tí kann tað taka langa tíð at savna nóg mikið saman til útgjald. Tí hevur Miðflokkurin lagt fram eitt uppskot í valskrá síni, um eina serliga uppsparingskonto til bústað fyri ung.

 

 

Sambært hesum uppskotinum skulu ung í aldrinum 14 til 34 ár fáa møguleika, at seta eina uppsparingskonto á stovn til keyp av bústaði. Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá ungum, at spara upp og fyrireika seg til at keypa sín fyrsta bústað.

Í skipanini verður møguleiki, at seta upp til 25.000 krónur inn á kontuna um árið. Tað serliga við hesi kontuni er, at 20% av upphæddini, sum verður sett inn, kann dragast frá í skattinum. Hetta merkir, at tann, sum sparir upp, fær ein fíggjarligan fyrimun, og tí verður uppsparingin meira virðismikil.

Ein uppsparingskonto sum henda kann eisini læra ung, at hugsa um fíggjarstýring og langtíðar uppsparing. Tá ein byrjar at spara tíðliga, verður lættari at náa málinum, um at keypa ein bústað.

Samanumtikið kann uppskotið í valskránni hjá Miðflokkurin, vera eitt stig til at hjálpa ungum inn á bústaðarmarknaðin. Við skattafyrimuninum og møguleikanum at spara regluliga upp, kann skipanin gera tað meira veruligt hjá ungum, at keypa sín egna bústað í framtíðini.

 

Vinjard Johansen

Miðflokkurin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag