Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smáskótadagur 8. mai

SKRIVAÐ: KFUM &K skótarnir og Skótalið Nólsoyar Páll  |  04.05.2021 - 14:24 Mentan Tíðindaskriv

170 skótar koma at luttaka, so við teimum vaksnu vanta vit áleið 200 børn og vaksin vera knýtt at degnum, siga fyrireikararnir

KFUK skótarnir í Føroyum standa fyri tí árliga smáskótadegnum, sum vanligt er at hava á hvørjum ári. Í ár verður dagurin so fyriskipaður av bæði KFUM& K skótinum og Skótalið Nólsoyar Páll og verður hildin í Klaksvík.
Evni fyri dagin er "Úrmælingur" ella "at vera ein úrmælingur". 


Hettar kemst av, at vit í Klaksvík hava havt nógv fólk, sum hava gingið á odda, og havt stóran týdning fyri samfelagsmenningina á ymsan hátt -fíggjarliga, listarliga og vinnuliga.
M.a. Nólsoyar Páll, Waagstein, Elinborg Lützen, Kjølbro og onnur. Hesa vitana um Klaksvík ynskja vit at geva teimum luttakandi.
Dagurin kemur m.a. at ganga fyri seg har vit hava standmyndir av hesum fólkunum.


Dagurin byrjar kl. 10 í Skúlagarðinum við  vælkomst og sangi.
kl. 11 byrja skótarnir úti á teimum ymisku postinum runt um í býnum, har tey sleppa at royna seg í ymiskum skótakynstrum og kreativum aktivitetum. Eisini hevur áhugafelagið Dragin játta seg at sigla tveir túrar við skótinum hendan dagin. Hetta og annars alla hjálp og stuðul frá ymiskum fólkum og fyritøkum eru vit sera takksom fyri.
 kl. 15 runda vit dagin av við bálsetu, sangi og onkrum leskiligum afturvið. (Akursmørk)

Dagurin endar á Akursmørk kl. 16


Stutt info um dagin her 
Forsíða (kfukskotar.fo)

 

Vit ynskja við hesum degnum fyrst av øllum, at geva øllum smáskótum í føroyum eina góða uppliving í teirra skótalívi, men eisini at seta skótavirksemi á breddan. Vit ynskja at skótar skulu vera sjónligir og ein virkin partur í lokalsamfelagnum.


Meira info um skótarørsluna finnur tú á 
Um Føroya Skótaráð (scout.fo)

www.skoti.fo 
www.kfukskotar.fo 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…