Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðfra fer nú undir at selja smærri portiónir, ið kundin sjálvur kann blanda, av fiski. | Mynd: Colourbox.

Norðfra víðkar sítt virksemi í Danmark

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.05.2021 - 14:46 Tíðindi Vinna

Føroyingurin Poul Martin Petersen víðkar nú um sítt virksemi, har hann selur smærri portiónir av fiski. Hetta verður gjørt eftir at størru portiónirnar hava selt væl, og Norðfra hevur fingið ein vaksandi eftirspurning.

Orsøkin sigst fyrst og fremst vera, at summir kundar, serliga privat húsarhald, vilja hava eina smakkiroynd fyrst, áðrenn tey gera av at keypa eina størri nøgd av fiski frá Norðfra. Tey hava kanska heldur ikki tørv á at keypa fleiri kilo av toski hvørja ferð. Fiskurin í smærru portiónunum er neyvt tann sami sum í teimum størru, einans pakkaður minni, og tað serliga er, at kundin sjálvur kann blanda kassan við smærru portiónum av ymiskum fiskavørum.

Fyritøkan hjá Norðfra í Danmark liggur í Faaborg og er grundað á internethandil, har viðskiftafólkini bíleggja fiskin online. Síðani verður vøran koyrd út til kundan. Umframt Poul Martin Petersen sjálvan hevur fyritøkan, hvørs danska deild varð sett á stovn í 2017, seks starvsfólk í starvi. Fyritøkan hevði yvirskot uppá 250.000 krónur áðrenn skatt í 2020.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna