Lýsing
Lýsing
Lýsing
50-ára minni: Fyri neyvt fimmti árum síðani var útróðrarflotin eisini undir trýsti frá Landsstýrinum og trolbátunum. Í so máta er onki nýtt undir sólini. | Mynd: Lesari hevur sent blaðnum myndina.

Søgan endurtekur seg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.05.2021 - 15:22 Eldri tíðindi Vinna

Norðlýsið hevur fingið sendandi myndir av bløðum í 1970’unum, har útróðrarmenninir eins og nú mótmæla troling á sínum heimabeiti. Tá í tíðini vóru munandi fleiri útróðrarmenn enn í dag, men trupulleikin er neyvt tann sami nú sum fyri 50 árum síðani. Útróðrarflotin følir seg gingnan ov nær av ætlanunum hjá Landsstýrinum um at loyva trolbátum at royna á landleiðunum.

Norðlýsið var sjálvsagt sjálvt mitt í meldrinum tá, tí útróður hevur altíð verið ein týðandi vinnuvegur í Norðoyggjum, bæði kommersielt og ikki minst fyri at vinna sær føði til egið húsarhald. Reyði tráðurin er, at útróðrarmenninir stúra fyri, at tað fer at forkoma teimum, ella í øllum førum at taka ov nógv frá teimum, at trolbátar fáa loyvi til at royna so innarlaga. Smáu útróðrarbátarnir hava ongan møguleika fyri at standa seg í kappingini um kapasitet við teir stóru.

Í sjálvum Norðoyastevnublaðnum frá at síggja til 1971 er formaðurin í Klaksvíkar Útróðrarfelag, Frits Olsen, frammi og skrivar undir yvirskriftini “Allir ímóti troling”, at allir útróðrarmenninir eru ímóti ætlanunum hjá Landsstýrinum um at loyva summum at trola á landleiðini. Aðrastaðni, eisini í 1971, verður drúgv grein skrivað um hvassligt mótmæli ímóti somu ætlanunum hjá Landsstýrinum.  

Norðlýsið sjálvt bar í mai 1971 greinar við t.d. yvirskriftunum “Útróðrarmenn mótmæla” og “Plágan hjá Útróðrarmonnum” um sama trupulleika. Hetta eru júst 50 ár síðani nú, men aftur í ár barslar sitandi fiskimálaráðharri við somu ætlanum, sum fyri fimmti árum síðani elvdu til so stóra mótstøðu millum útróðrarmenn, nevniliga at lata trolbátar sleppa inn á einamerkurnar hjá útróðrarbátunum.

Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur verið eitt sera drúgvt stríð hjá útróðrarmonnunum, og teir kunnu ongantíð taka fyri givið, at vunnin rættindi ikki verða tikin frá teimum aftur.



Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum