Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Størsti heimasigur hjá KÍ móti B36 í 50 ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.05.2021 - 19:45 Ítrottur Tíðindi

Vit skulu aftur til 1971 fyri at finna ein eins stóran ella størri sigur til KÍ á heimavølli móti B36 í landskappingini.

KÍ vann 4-0 móti B36 í Klaksvík í dag. Tað er ikki gerandiskostur, at KÍ vinnur á heimavølli móti B36, tí undan dagsins dysti hevði KÍ bara ein sigur í sjey teimum síðstu heimadystunum móti B36.

4-0 er eisini óvanliga stórur sigur til KÍ á heimavølli móti B36. Á útivølli vann KÍ 5-1 í 2006, men á heimavølli hevur KÍ ongantíð vunnið við fýra málum ella fleiri síðani 1971, tá KÍ vann 7-0 á B36 (Kelda: FaroeSoccer). Málskjúttar vóru Jóannes Jacobsen (2), Steinbjørn Jacobsen (2) og Eiler Jacobsen (2). Í dag var tað Jákup B. Andreasen, sum skoraði 4-0 málið í yvirtíðini, sum gjørdi tað til størsta sigurin á heimavølli móti B36 í 50 ár, meðan handara ommubeiggjar, Steinbjørn Jacobsen og Eiler Jacobsen, í 1971 skoraðu fýra av sjey málum móti B36.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir