Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jenis, bjóða nú amerikumonnum Hvannasund!

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  11.05.2021 - 11:16 Lesarabrøv Politikkur

Nú horyrist at Jenis skal á fund við høgru hond Joe Biden’s í Keypmannahavn fyrst í komandi viku. Vit vita at áhugin fyri Føroyum í hernaðarhøpi aftur er ovurhonds stórur. Tað er ikki bara radarin á Sornfelli sum talan er um, men eisini vilja amerikumenn hava eitt fast tilhaldsstað á føryskum firði ella havn til teirra skip.

Mín holdningur í hernaðarmálum er at vit eru partur av vesturlendsku hernaðarsamgonguni, ongin sum helst ivi um tað. Men tað er heldur eingin ivi í míni sál um, at tað bert eru og skulu vera vit 53tús. føroyingar sum her á klettunum búgva og virka, sum einsamallir bjóða og føra tær samráðingar við Nato sum skulu til.

Kríggj og hernaðardubbing er av tí ónda, men í tí stóra geopolitiska spælinum er lítið meir hjá okkum at gera enn at ýla við úlvunum.

Og tá ið vit nú verða drigin við í hetta spæl, er líka gott at gera tað ordiligt og at draga so nógv úr hesum til okkara fyrimunar sum yvirhøvur gjørligt. Bæði sum arbeiðsskapandi her á landi og í tí at vinna okkum betur handilssambond um í víðu verð.

Vit hava økir her í norðoyggjum sum eg meti verða væl egnaði til góðar havnaumstøður. Hesar eiga vit at bjóða fram og tá slepst eisini undan brúka okkara verðandi dýrt betaltu havnir longur suður á landi. Teimun hava vit brúk fyri sjálvi til egin skip.

Við Langaklett millum Depil og Toftir er sera veðurgott og gott at gera havn. Væl vard við høgum fjøllum. Atkoman eru djúpir og góðir firðir. Eisini er hetta burtur frá særtum eygum í miðstaðarøkinum.

Hetta hevði verið eitt boost og eitt slag av afturbering til øki eystan Múla sum jú er stórur partur av mandatinum hjá landstýrismanninum sum skal bera samráðingarnar.

So Jenis, bjóða amerikumonnum Hvannasund sum teirra tænastu havn.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!