Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

166 børn- og ung á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum

SKRIVAÐ: Nevndin í Sinnisbata  |  14.05.2021 - 17:03 Politikkur Tíðindaskriv

Hetta er ein syndarligur standur vit eru í, at so nógv eru á bíðilista, og handan hesi børn og ung eru sperdar familjur og onnur avvarðandi. Skúlin t.d. har lærarin er ørkymlaður um næmingin, ítróttarfelagsskapurin har tann, sum er ússaligur kanska ikki kann luttaka longur, vinfólk hjá barninum og tí unga, sum ikki skilja, hvat er á vási o.s.fr.

Hvar hoppar ketan av? Jú, vit mangla fígging, so at fakfólk her heima, og tey, sum vit keypa inn uttanífrá, sleppa til arbeiðis at útgreina hesi, okkara dýrabarasta tilfeingi, børn og ung, sum standa á langa bíðilistanum. Sinnisbati vil staðiliga heita á avvarðandi politiska mynduleika og málaráð at játta hesa fígging, ongantíð ov skjótt, tí vit vita, at skjót hjálp er besta hjálp, tá ið vit tosa um psykiatriskar problematikkir.

Lat okkum, sum landið, ið er ein úrmælingur í at basa og halda koronu frá hurðini, somuleiðis verða heimsmeistari í at hava eina barna- og ungdómspsykiatri, har eingin hongur á einum bíðilista eina løtu ov leingi.

Vit byggja tunnlar og menna okkara undirstøðukervi, hetta er gleðiligt og gott fyri Føroyar. Hetta kostar milliónir, og í nøkrum føri milliardir, og okkara politiska skipan himprast ikki serliga nógv við at fara undir hesar risa verkætlanir. Sinnisbati vil heita á tykkum, sum taka politiskar avgerðir, og kunnu játta tann pening, sum skal til á psykiatriska økinum, ið útgreinar og viðgerð okkara ungu, um at sína somu vælvild, sum víst verður á undirstøðukervsøkinum. Felags fyri báðar íløgur er, at tær í longdini spara seg sjálvar inn aftur fleirfaldað. 

Nevndin í Sinnisbata, 14.5.21.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Lýsing