Lýsing
Lýsing
Lýsing

KVF og fjølmiðlafólk og fjølmiðlasøgur úr Íslandi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.05.2021 - 21:30 Lesarabrøv Mentan

Fyrst skal eg gera greitt at eg ikki arbeiði sum tíðindamaður longur. Men tíðindi hava framvegis mín áhuga og tí festi eg meg við tíðindini um íslendskan ágang móti alment settum miðlafólkum í RUV og nú eisini KVF.

Tíðindaleiðarin í KVF sigur í einum almennum lesarabrævið at hann hevðið fingið upplýsingar sum vístu, at blaðstjórin á Dimmalætting hevði verið so næsadjavur at lurta eftir hvat íslendska reiðarríði Samherji hevði av upplýsingum um arbeiðsmetodirnar hjá ávísum miðlafólkum sum starvast í KVF.

Sambært tíðindaleiðaranum í KVF avdúkar samskifti millum Samherja og blaðstjóran á Dimmu hetta.

Ein áhhugaverdur spurningur er hví oddfiskurin í KVF velur at skrivað eitt lesarabræv ístaðin fyri at viðgera íkomnu støðuna alment í KVF – har høvðuspersónarnir kundu lýst málið fyri opnum tjaldi???

Lesarabrævið hjá tíðindaleiðaranum var so endurgivið í “prime time” tíðindasending har “bestu bitar” úr lesarabrævinum vóru lisnir í upp uttan nakra viðmerking frá pørtunum. Ei heldur hava tær útsagnir og “avdúkingar”, sum tíðindaleiðarin kom við í lesarbrævinum verið viðgjørdar ella útgreinaðar, sum tað hevði sømt seg einum fjølmiðlastovni sum sigur seg virða leiðreglur.

Tíðindini í KVF lata lurtaran og lesaran standa eftir við fleiri spurningum enn svarum og hetta er sera óheppið um ein veruliga ætlar at greina málið heldur enn grugga.

Kundi eisini hugsað mær at spurt nær KVF er farið at lesa upp úr lesarabrøvum á hendan hátt, har uppýsingarnir ikki verða viðgjørdir og har persónar verða ákærdir fyri líkt og ólíkt uttan at lesarin gerst klókari?

Hví hava starvsfólk í KVF tørv á slíkari áleypandi verju í form av lesarabrævið har onnur ikki hava somu møguleika at koma við útgreinandi svarið?

Er kanska ikki trupuleikin at blaðstjórin á Dimmu hevði allar orsøkir til at kanna málið nærri  tá hann fekk íslendsku upplýsingarnar?  

Síðani tíðindini vóru borin í KVF hevur larmandi tøgn verið um málið. Ivist onga løtu í at blaðstjórin av Dimmu fer at svara, men hví hendan larmandi tøgnin í KVF.

Hví verður brakandi miðlasøgan ikki sett í perspektiv, fylgd upp so lurtarin og hyggjarin í KVF fær at vita hvussu miðlafólkini í KVF, Dimmu og øðrum miðlum arbeiða og so fram.

Er støðan kanska veruliga tann at vit hava ein almennan tíðindastovn har persónar sita og dyrka hálvkvøddar politiskar vísir fyri at verja egna ómegd.

Eg spyrji bara?

 

 

John William Joensen

Við áhugað í tíðindinum – eisini íslenskum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina