Lýsing
Lýsing
Lýsing
Solby Anna Christiansdóttir helt norðoyastevnurøðuna á Skúlatrøð í fjør | Mynd: Oliver Joensen

Ein trygg Norðoyastevna skal verða byrjanin til endan av Corona

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.05.2021 - 23:00 Leiðarin Mentan

Føroyar fingu ein hvøkk, tá smittutalið reyk úr 16 upp í 23 herfyri. Lukkutíð sá tað frægari út dagarnar eftir, og kanska verður ikki neyðugt at herða tilmælini hóast alt. Tað málið vísti, at vit eru búgvin sum fólk, fyriskiparar og myndugleikar. Í næstu viku kemur so ein styrkiroynd í Norðoyggjum, har vit skulu prógva, at vit megna at halda eina ábyrgdarfulla Norðoyastevnu. Hendan ábyrgdin liggur á okkum øllum.

Tað gjørdi framúr væl at síggja, hvussu Føroyar reageraðu eftir øktu smittutølini um vikuskiftið. Kirkjan avlýsti útiguðstænastu uppá stuttan “varsil”, Fótbóltssambandið gjørdi eisini stutta prosess og avlýsti dystirnar 2. hvítusunnudag, grindamenn settu seg í samband við Farsóttarnevndina og avlýstu grindarakstur, og ein ørgrynna av føroyingum hava latið seg kanna fyri Corona seinastu dagarnar. Hetta er at taka ábyrgd og at sýna rættan hugburð!

Landsstýrið hevur sum heild megnað Coronastøðuna væl, men í síðstuni má tíverri staðfestast, at til tíðir hevur løgmaður sæð út sum kúgv í stiga, eitt nú við at lata upp fyri ferðafólki uttan sóttarhaldi, og í staðin fyri at hjálpa honum til at taka seg betur út, eru landsstýrismenn farnir í sjálvdrátt. Uttanríkisráðharrin við at siga, at hann ikki vildi koppsetast fyribils, og fiskimálaráðharrin við at siga, at grind eigur at verða hildin til, hóast Farsóttarnevndin mælir frá. Hetta hevur skalað álitið á politisku skipanina.

Men Føroya fólk er at síggja til meira búgvið enn Landsstýrið. Vit bera skjótt at, tá eitt útbrot er, og taka øll hugsandi fyrivarni fyri at fyribyrgja smittuspjaðing.

Um skamma stund, vikuskiftið 5.-6. juni, verður so tann fyrsta summarstevnan í 2021. Hon verður varislig og eftir øllum at døma í minni formati enn vit kenna hana. Loyvi er givið til dans við umleið 400-500 fólkum, ongin fótbóltsdystur í Betrideildini verður á skránni, og hæddarpunktið, kappróðurin, verður undir skipaðum umstøðum og við fyriliti fyri tilmælunum.

Landsmyndugleikarnir lata í komandi viku upp fyri koppsetingum til øll teirra, ið enn ikki eru koppsett. Hetta er gott, men kemur ikki rættstundis fyri Norðoyastevnuna, tó at tað kemur tiltøkum seinni í summar til góðar. Kortini eiga vit nú, sjálvsagt við ábyrgd, at tora at liva aftur. Latum okkum fara út á gøtur og stræti, hesa fyrstu tíðina varisliga og við frástøðu, og heilsa uppá kenningar í býnum aftur. Lat okkum ganga í býnum, fara á tivoliøkið og kappróðrarøkið, og fáa ein forsmakk uppá, hvussu tað verður at kunna liva frítt aftur.

Tað vóru vit norðoyingar, sum í 1997 markeraðu, at kreppan var av. Tá Christian í Grótinum kom flaggskrýddur inn á Klaksvíkina varð tað sligið fast við tólvtummaseymi, at nú fór lívið at blíva gott aftur. Lat okkum markera við okkara summartiltøkum í ár, at nú fer lívið í Føroyum aftur at kunna livast. Lat startskotið vera Norðoyastevnuna við síni væl kendu blanding av ítrótti, gaman, átrúnaði, dansi og samanhaldi. So kann antin Summarfestivalurin ella Sjómannadagurin vera endaliga punktummið, har vit siga farvæl til Corona.

Við Norðoyastevnuni 2021 byrjar lívið aftur. Byrjanin má av góðum orsøkum vera varislig og við størstu virðing fyri smittuni, men tað skal kortini merkjast, at vit liva.

Góða og trygga Norðoyastevnu, øll somul!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja