Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein sílaveiðutúrur í Suðuroynni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.06.2021 - 16:14 Ítrottur Mentan Myndarøð

Í gjár, hósdagin, fóru vit tríggir, undirritaði, Ásmundur Joensen og Hans Hjalti Skaale av Klaksvík. Málið var Suðuroyggin, har vit ætlaðu at ferðast í tríggjar dagar við sílatráðu og royna okkum í tí ítróttini.

Fyrsta stop var hjá Jógvani Weyhe í Havn, har vit høvdu avtalað kaffi og at hyggja eftir útgerð. Treyðugt so, bleiv nakað keypt har áðrenn farið var umborð á Smyril við kós á Tvøroyri.

Vit høvdu avtalað logi hjá Wiberg Sørensen og  Jónu har vit fingu sera góða móttøku í íbúð teirra. Jóna hevði rigga alt væl til til okkara, og afturat at hon hevði sett ymiskt fram, so klárt var at gera kaffi hjá okkum, hevði hon bakað okkum eina framúr skuffukøku, sum stóð dampandi heit í íbúð okkara tá vit komu.

Eftir at hava inrætta okkum í snotuligu íbúðini, fóru vit beinan veg til Hvalbiar, har vit fyrst ætlaðu at byrja við Norðbergsvatn. Vatnið er ikki stórt, men sera hugnaligt. Tá vit komu har var veðrið av tí allar fagrasta, lýtt og stilli og sólin sá. Nøkur børn stuttleikaðu sær við at svimja og hugna sær við vatnið.

Her bragdaði. Tað einu løtuni segði Ásmund at tað var sum at sifta seið ,at fiska her. Her fingu vit nógv síl. Tá klokkan var um 10 tíðina á kvøldinum, fluttu vit til Nes í Hvalba. Er tað vakurt við Norðbergsvatn, so er náttúran við Nes ikki minni vøkur. Dalurin, stóra áin og víði sandurin bergtekur okkum hvørja ferð vit eru har. Í mínari verð er hetta vakrasta staði í Føroyum hjá einum sílaveiðumanni at standa eitt vakurt summarkvøld, sum í gjárkvøldið.

Eg tók eisini nakrar myndir har, sum síggjast niðanfyri. Men fáningurin bleiv ikki stórur. Haldi at Hans Hjalti fekk tvey hampulig síl, og tað bleiv tað. Tá klokkuni nærkaðist miðnátt, fluttu vit aftur og fóru til Ørðavíkar. Nú var seint. Eg sjálvur kom fastur í ein reyðfisk beinanvegin, sum fór inn í taran og eg noyddist at slíta. Myrkur er ikki besta umhvørvið hjá mær at skifta pilk í og at binda undir, so tað tók mestu tíðina hjá mær. Eg haldi at Hans Hjalti fekk fýra sjósíl her og Ásmundur einki, Men her høvdu vit ikki nógva roynd, tí um hálvgun eitt vóru vit í íbúðini á Tvøroyri, fingu okkum ein bita og fóru til songar. Ein fínur og gevandi ítróttrdagur var at enda komin.

Í Morgun fóru vit so upp um níggju tíðina. Eftir morgunmat góvu vit Jónu sílini vit høvdu fiska. síðani gekk leiðin til Vágs og til Ryskivatn, her eg sitið og skrivið nakrar reglur, ímeðan teir báðir eru við vatnið og fiska. So nú endar hendan frágreiðingin og eg fari at lata meg í til at fara aftaná teimum.

Meira seinni ella í morgin kanska. Harmuligt við Norðoyastevnuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met