Lýsing
Lýsing
Lýsing

Freistin hjá ítróttafelagsskapum undir ÍSF at søkja um covid-19 stuðul, seinna umfar, er 27. juni 2021

SKRIVAÐ: ÍSF  |  09.06.2021 - 10:53 Ítrottur Tíðindaskriv

Ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin kunnu søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 1. juli 2020 til 31. mai 2021, eftir at løgtingið í apríl oyramerkti 3,5 milliónir krónur til endamálið

Feløgini ella sambondini kunnu hava mist inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19 (hjálparpakki 2)”. Mistainntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 10.000 krónur. Tíðarskeiðið at søkja stuðul fyri mistar inntøkur er 1. juli 2020 - 31. mai 2021.

Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár, grundað á tøl frá føroysku ítróttafelagsskapunum, vísti, at tey hetta tíðarskeiðið mistu umleið fýra milliónirkrónur í inntøkum.

Sambondini undir ÍSF fingu í gjár tann 8. juni umsóknarskjal til covid-19 stuðul. Freistin at søkja stuðulin er tann 27. juni 2021.

Í fjør fingu ítróttafeløg og sambond fýra milliónir krónur fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 12. mars - 30. juni 2020.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin